Farloyvisstarv sum toymisleiðari til medisinsku seingjardeildina H1 eystur við høvðussæti í hjarta- lungatoyminum
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum toymisleiðara á brøk 1,0 frá 01.09.2025 til og við 31.08.2026.
H1 er seingjardeild við trimum toymum. H1 hjarta- lungatoymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 11 sjúklingum. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar. Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan sergreinarnar kardiologi og lungamedisin.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Saman við funktiónsleiðara at menna deildina
- Virkandi leiðari, tá funktiónsleiðarin er burturstaddur
- Leggja vaktplan í samstarv við funktiónsleiðara
- Ábyrgd av upplæring av nýggjum starvsfólkum saman við funktiónsleiðara
- Ábyrgd av lesandi í klinikkini
- Vera við í klinisku røktini
- Arbeiða í tøttum samstarvi við funktiónsleiðara um:
- Starvsfólkaviðurskifti
- Arbeiðslista
- Fíggjarætlan
Vit bjóða:
- Innleiðslu
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
Vit leggja dent á:
- Prógv og góðkenning sum bachelor í sjúkrarøkt
- Fakligan førleika í røkt og viðgerð til kardiologiskar og lunga sjúklingar
- Fakligan førleika í kliniskari vegleiðing
- Áhuga í leiðslu
- Áhuga í fakligari menning av starvsfólkum
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Sjálvstøðugur, kreativur, hava visiónir
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin á Lakjuni, deildarleiðara tlf. 304500 lokal 6068
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita hjá Katrin á Lakjuni, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 6068, katal@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 25.06.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.