17 Tænastudeild 7

Starvsfólk til reingerð á KS3 - Klaksvíkar Sjúkrahús

Eitt fast starv áljóðandi umleið hálva tíð, er leyst at søkja til setan 15. august 2025.

Starvið er á Tænastudeildini, meðan starvsstaðurin í løtuni er á seingjardeildini, KS3. Starvið fevnir um reingerð á deildini, avrudding og uppvask, servering og annað fyrifallandi. Arbeiðstíðin er skiftivís frá 8-14 og 8-15, í sjey dagar, og síðani frí í sjey dagar.

Vit vænta, at tú:
-       Hevur royndir innan reingerð
-       ert fleksibul í mun til at passa arbeiðsuppgávurnar til annan aktivitet á deildini
-       ert jalig/ur og tænastusinnað/ur

Vit bjóða:
•    eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum 
•    ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi
•    innleiðslu og upplæring

Vilt tú vita meira um starvið?
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birnu Jacobsen, deildarleiðara á Tænastudeildini, birnaja@ks.fo, telefon 235470, ella Elina Hvidbro, samskipara á Tænastudeildini, elihv@ks.fo, telefon 216678.

Tín umsókn og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Send tína umsókn og CV til umsokn@ks.fo. Umsóknarfreistin er 25. juni 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Klaksvíkar Sjúkrahús.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós