Ls Bygningr

Varaleiðari til skurðgongina á Landssjúkrahúsinum

Á skurðgongini á Skurðdepilinum á Landssjúkrahúsinum er eitt fulltíðarstarv sum varaleiðari leyst at søkja til setan 01.10.2025 ella eftir nærri avtalu. 

Viðkomandi, ið settur verður, kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við deildarleiðara og saman verður arbeitt við menning og trivnað av starvsfólkum á deildin, og annars at vera partur av dagliga kliniska arbeiðinum á deildini og vera lutvíst vaktberandi.

Skurðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini Skurðgongin, Endoskopi, Sterilsentralin, Kirurgisk seingjardeild G4, H2 og Dagskurð, Kirurgisk ambulatorie, Oyra- nasa og hálsdeild og Eygnadeild.

Á skurðgongini arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar innan skurð- og endoskopi, sterilatstøðingar og skurðlæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara við ábyrgd fyri sjúkrarøktini innan skurð, endoskopi og sterilsentralinum, einum funktionsleiðara sum hevur ábyrgdina fyri tí læknafagliga og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini. 

Arbeiðið sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðsheitum at veita umsorgan og trygd fyri sjúklingum sum koma til skurðviðgerðir. Klárgera skurðstovur til skurðviðgerðrir og luttaka undir skurðviðgerðum innan fleiri sergreinir t.d. ortopædi, gyn./ -obst., alm.kir., plastikkir., mammaekir., ryggkir., urologi, oyra/nasa og háls, eygna, endoskopi og sterilsentral. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • At vera partur av leiðslutoyminum er ein týdningarmikil leiklutir og samskipa arbeiði á deildini saman við deildarleiðaranum.
  • Í tøttum samstarvi við deildarleiðara at arbeiða við menning innan skurðøkið/endoskopi- og sterilsentralin.
  • At taka lut í betranararbeiðinum á deildini í samstarvi við starvsfólkið á deildini
  • At skipa fyri undirvísing av starvsfólki á deildini
  • At veita fakligan stuðul og standa fyri undivísing av nýggjum starvsfeløgum
  • At gera og standa fyri implementering av nýggjum mannagongdum og tryggja, at hesar verða dagførdar
  • Saman við deildarleiðara halda fíggjarligu karmarnar
  • Saman við deildarleiðara, hava høvuðsábyrgdina at av øllum innkeypi til deildina

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur innan skurð 
  • Útbúgving og/ella royndir innan leiðslu ella menningararbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav 
  • Telduførleiki

Vit vænta at tú:

  • Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
  • Er eldhugaður og megnar at geva fakligan  íblástur til starvsfelagar
  • Hevur góðar samskiftis- og samstarvsevni
  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum 
  • Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit.  
  • Evni til at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Vit bjóða 

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Samstarv, sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu 

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Vitalis, depilsleiðara, á lokal 5102, elivi@ls.fo og Elinborg Mortensen, depilsleiðara, á lokal 5100, elimo@ls.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 20.08.2025

Vinarliga søk starvið her

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós