Funktiónsleiðari til Psykiatrisku innleggingardeildina P40
Vit leita eftir einum engageraðum, álitisvekjandi og dugnaligum funktiónsleiðara til okkara innleggingardeild P40. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í funktiónsleiðsluni saman við verandi funktiónsleiðara.
Hevur tú hug at leiða eina deild í menning og vilt verða við til at skapa eitt arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og sjúklingar fáa dygdargóða røkt og viðgerð? So er hetta starvið til tín.
Starvið sum funktiónsleiðari á innleggingardeildini P40 er leyst til setan frá 1. okt 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Stutt um P40
Deildin hevur pláss fyri 19 sjúklingum. Almenni parturin hevur 12 pláss og afturlatni parturin hevur 7 pláss. Á P40 leggja vit dent á eina samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdningarmikil í tilgongdini. Vit arbeiða eftir miljøterapeutiskum meginreglum og hava ment okkara egna mentaliseringsgrundaða miljøterapeutiska grundstruktur, sum myndar okkara daliga arbeiði.
Til at menna okkara røkt og viðgerð, arbeiða vit miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI) á Psykiatriska deplinum. Eisini arbeiða vit við "Safewards", sum er eitt háttalag til at minka um vandan fyri tvingsli, størri trygd og øktum nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk á Psykiatriskum deildum.
Vit eru eisini útbúgvinarstað fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og læknar.
Leikluturin sum funktiónsleiðari
Leiðslubygnaðurin á deildini er samansettur av tveimum javnsettum funktiónsleiðarum, sum hava felags ábyrgd av deildini og tveir varaleiðarar, sum vísa beinleiðis til funktiónsleiðsluna, eins og starvsfólkini á deildini gera tað. Eisini hevur deildin ein vaktplanleggjara.
Sum funktiónsleiðari ert tú saman við verandi funktiónsleiðara, starvsfólkaleiðari hjá teimum starvsfólkum, sum vísa til tykkum, og í hesum leiklutinum verður væntað, at tú arbeiðir við trivnaði, við førleikamenning, fakligari sparring og hevur eitt gott yvirlit fyri menning av psykiatrisku sjúkrarøktini. Tað er týðandi, at tú skilur týdningin av at arbeiða tætt saman við verandi funktiónsleiðara og tú skalt ganga á odda í betranartilgongdini og at snikka sjúkrarøktina til tørvin hjá tí einstaka. Tú skilur týdningin av tvørfakligum samstarvi og kanst sparra við starvsfólkini.
Á P40 starvast sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, sum hava uppgávuna at veita psykiatriska sjúkrarøkt til okkara innløgdu sjúklingar. Harumframt eru læknar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, musikterapeutur, sálarfrøðingar og sosialráðgevar knýttir at deildini. Vit taka í móti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á observatión, útgreining, røkt og viðgerð fyri øll sløg av sálarligum sjúkum.
Tú skalt hava innlit í yvirskipaðu strategiina hjá Sjúkrahúsverkinum og Psykiatriska deplinum og viðvirka til, at hon verður umsett til handling. Tú fært saman við verandi funktiónsleiðara sjúkrarøktarfakligu ábyrgdina fyri P40 og skal verða við til at tryggja, at sjúkrarøktarfakliga menningin og dygdin livir upp til okkara mál og strategiir. Tú hevur sum funktiónsleiðari eisini ábyrgd fyri, at deildin verður rikin fíggjarliga skynsamt.
Tú skalt saman við hinum funktiónsleiðarinum og saman við hinum leiðarum á deplinum tryggja ein gróðrarbotn fyri rekruttering og tilknýtan av starvsfólkum. Okkara starvsfólk eru grundarlagi fyri, at vit kunnu veita fólki tað teimum tørva og tað skal verða gott at arbeiða á Psykiatriksa deplinum.
Vit vóna at finna teg, sum byggir tína leiðslu á luttøku, álit, virðing og fakligheit.
Leikluturin á Psykiatriska deplinum
Sum funktiónsleiðari á P40 ert tú partur av leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum, har møguleikar eru fyri leiðsluligari sparring á okkara skipaðu fundum og tiltøkum eins og í dagligum samstarvi. Vit arbeiða miðvíst við leiðslu og leggja dent á, at menna okkum sum leiðarar.
Psykiatriski deplin arbeiðir áhaldandi við menning av okkara tænastum og kemur tú at mynda ein part av tí røktar-og viðgerðar tilboði vit hava til okkara innløgdu sjúklingar.
Royndir og førleikar
Tú hevur heilsufakliga útbúgving og hevur áhuga ella royndir við leiðslu.
Tú kanst og vilt samstarva í eini javnsettari funktiónsleiðslu við verandi funktiónsleiðara.
Tú kanst samstarva og skapa felags mál fyri P40 sum eina heild, sum gevur meining og motiverar starvsfólk.
Tú megnar at arbeiða skipað og málrættað.
Tú byggir tína leiðslu á virðir okkara stev, áræði og flog.
Tú ert fyrikomandi í tíni medferð og viðvirkar til at skapa sálarligan tryggleika á deildini.
Tú megnar at hava yvirlit, hugsar strategiskt og kanst eisini arbeiða við fíggjarstýring.
Tú viðvirkar til, at strategiin á Psykiatriska deplinum verður umsett til handling.
Løn og setanarviðurskifti
Løn eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Um tú vilt vita meira
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov eydli@ls.fo ella á telefon 304500 lokal 4102.
Freistin at søkja starvið er 21. august 2015
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.