Ls Bygningr

Granskingarsamskipari til verkætlan um tarmbrunasjúkur

Kundi tú hugsað tær at starvast í einum fakliga spennandi umhvørvi, har gransking og kliniskar royndir ganga hond í hond? So er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit leita eftir einum granskingarsamskipara til Heilsugranskingareindina at arbeiða við MiGut-verkætlanini, ið snýr seg um tarmbrunasjúkur (IBD) í Føroyum. Okkara gransking bendir á, at Føroyar hava høgan títtleika av IBD, men orsøkirnar til hendan høga títtleika eru framvegis ókendar. Við MiGut-verkætlanini ynskja vit at varpa ljós á orsøkirnar og við framtíðini í huga skapa grundarlag fyri fyribyrging. 

MiGut verkætlanin er eitt samstarv millum fleiri granskingarstovnar. Johan Burisch, serlækni í tarmsjúkum, Gastroenheden, Hvidovre Hospital og gestagranskari á Heilsugranskingareindini stendur fyri hesum parti av MiGut verkætlanini. Aðrir luttakarar eru m.a. Kári Rubek Nielsen, serlækni, sum er kliniskur ábyrgdari, og Marita Debess Magnussen, PhD, samskipari, bæði gestagranskarar á Heilsugranskingareindini. 

Starvið er fyribils tíðaravmarkað í 1 ár, men við møguleika fyri at leingja starvssetanina. Møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning, og um áhugi er fyri tí og fígging fæst, er møguleiki fyri at verkætlanin kann nýtast sum grundarlag undir eini PhD-verkætlan.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Sum granskingarsamskipari skalt tú standa fyri dagliga verkætlanararbeiðinum í tøttum samstarvi við granskingartoymið. Samskiparin kemur at taka sær av teimum praktisku uppgávunum í samband við granskingarverkætlanina. Tínar uppgávur verða m.a. at:

  • Standa fyri samskifti og rekruttering av luttakarum til verkætlanina 
  • Standa fyri dátainnsavnan og skjalføra og inntøppa dátur í KT-skipanir
  • Taka blóðroyndir og víðari handfaring av blóð- og skarnroyndum

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum bioanalytikari, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving innan heilsuøkið 
  • hevur koyrikort (verkætlanin umfatar arbeiði kring alt landið)
  • tú dugir at planleggja, raðfesta og arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur 
  • dugir væl at samskifta, arbeiðir skipað og nágreiniliga við dygd í hásæti
  • at tú trívist við broytiligum arbeiðsviðurskiftum og skiftandi uppgávum 
  • hevur góðan KT-førleika á brúkarastøði
  • fyrimunur er, um tú hevur royndir við at taka blóðroyndir og við gransking

Løn og setanarsømdir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Les meira um MiGut-verkætlanina her: www.migut-health.eu

Meira fæst at vita:
Ring til Maritu Debess Magnussen granskingarleiðara á tlf. 915136 ella send teldupost til heilsugransking@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 22.10.2025.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós