Starvsfólk innan føðslu og heilsu
Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til eitt ábyrgdarfult og mennandi starv innan føðslu og heilsu. Starvið er eitt fast fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri niðursettum brøki, sum er til setan 1. desember 2025 ella eftir avtalu.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger mat til sjúklingar, og vit leggja dent á, at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur alstóran týdning fyri okkara sjúklingar. Eisini gera vit mat til Skálan, Kafeina og Matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum eru dagligir gestir.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Máltíðarvertur á sjúklingadeildunum, har tú ert bindilið millum køkin og sjúklingadeildirnar, og harumframt kann standa fyri upplæring/undirvísing í borðreiðing. Tú ert eisini partur av starvsfólkahópinum í køkinum, sum framleiðir mat og stendur fyri reinføri.
Partur av arbeiðinum er at samskifta við sjúklingadeildirnar, gera kunnandi tilfar, skipa fyri undirvísing í kostformun, dietum og reinføri, gera brúkarakanningar og kanningar um matspill v.m.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum brúkar KT skipanirnar Master Catering System og E-smiley.
Førleikakrøv:
- lokið útbúgving sum bachelor, professionsbachelor í føðslu og heilsu ella aðra líknandi kostfakliga útbúgving
- tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum og donskum
- tú hevur hollan kt-førleika
Persónligir eginleikar:
- tú ert álítandi og røkin
- tú dugir væl at skipa arbeiðið og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
- tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
Vit bjóða:
- ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag saman við góðum starvsfelagum
- ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
- felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í Høvuðskøkinum, telefon 234520 ella gudna@ls.fo
Umsóknarfreistin er 23. oktober 2025
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.