Ok 3 IMG 4675 Kopi Kopi
  • Landssjúkrahúsið
  • Tíðaravmarkað

Leitar tú eftir tímaløntum starvi, og ynskir at borðreiða fyri sjúklingum á Landssjúkrahúsinum, so søkir okkara borðreiðingartoymið eftir starvsfólkum, at byrja skjótast gjørligt.

Borðreiðingartoymi er í einari royndartíð, og tí er talan um tímalønt og tíðaravmarkaði størv, har  setanin endar 28. februar 2027. Møguleiki kann verða fyri, at setanin kann longjast.

Arbeiðsuppgávur
Borðreiðingartoymið arbeiðir í køkinum og á songjardeildunum í H bygninginum á Landssjúkrahúsinum, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • fylla og tøma matvognin til deildarkøkin, og standa fyri at matur verður settur í køliskáp og skápini.
  • borðreiða høvuðsmáltíðir, tað er at koyra upp á tallerkar og seta fram til buffet
  • vaska upp og rudda køkin aftaná høvuðsmáltíðirnar
  • gera seinnapart- og kvølddrekka vognin kláran
  • ymiskt annað arbeiðið í høvuðskøkinum, millum annað pakka bíleggingar frá songjardeildunum.

 Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Arbeiðstíðir hjá borðreiðingartoyminum
Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna, men møguleiki er fyri hægri ella lægri starvsbrøki. Vaktirnar eru hesar klokkutíðir, bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum:

  • Dagvakt kl.7.30 til 14.30
  • Kvøldvakt 16.30 til 19.00
  • Arbeitt verður áleið 3. hvørt vikuskiftið.

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í reinføri og at veita eina góða tænastu

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, kostfakligur leiðari í høvuðskøkinum, telefon 234520 

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 15.11.2026

Vinaliga søk starvið her.

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós