14 Sjúkraflutningstænastan 14

Lærlingur sum ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstænastuna í Sjúkrahúsverkinum

Ein spennandi og avbjóðandi útbúgving har tú ger mun

Sjúkraflutningstænastan á Landsjúkrahúsinum søkir eftir tveimum lærlingum at útbúgva seg til ambulansuviðgera at byrja 16.02.26. Fyrsta skúlagongd í Danmark byrjar 04.03.26.

Arbeiðið sum ambulansuviðgeri í Sjúkrahúsverkinum umfatar arbeiði á skaðastaðnum, heima hjá sjúklinginum, inni á sjúkrahúsinum og í sjúkrabilinum.

Undir útbúgvingini lærir tú at gera bjargingararbeiði og viðgerð á staðnum og í sjúkrabilinum. Tú lærir eisini um flutning av sjúkum ella skøddum fólki, at fáa tey skjótt og trygt til sjúkrahúsið.

Ein partur av arbeiðinum umfatar at vera saman við menniskjum, sum hava tað trupult, skapa tryggleika og geva umsorgan.

Tað er umráðandi at tú dugir at lurta, er nærverandi, vekir álit, hevur jaliga menniskjaáskoðan og er góð/góður til samstarv.

Í lærutíðini kemur tú at arbeiða í Sjúkraflutningstænastuni á Landsjúkrahúsinum.

Útbúgvingarlongd: 4 ár og 1 mánaður

Skúlagongd: Rybners Teknisk Skole í Esbjerg í Danmark. Starvsvenjingin er á Landsjúkrahúsinum

Meðan tú er í skúla í Danmark býr tú á skúlaheimi. 

Førleikakrøv

  • Fyltur 21 ár tá lærutíðin byrjar.   
  • Minimum 9 flokk fráfaringarroynd fólkaskúlans, 02 í donskum og støddfrøði
  • Læknaváttan
  • Er sálarliga heilsusterk/ur, tí tú skalt arbeiða við sjúkum, sálarliga óstøðugum, kreppuraktum ella doyggjandi fólki
  • Er væl fyri likamliga
  • Er sinnað/ur at hava tætt samband við onnur
  • Er ábyrgdarfull/ur og árvakin 
  • Er tænastusinnað/ur 
  • Umhugsin
  • Er praktisk/ur og loysningsrættaður.
  • Er sinnað/ur at arbeiða uttandura
  • Góð samstarvsevni og fleksibilitet
  • Dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga
  • Góðir telduførleikar
  • Rein revsiváttan
  • Barnaváttan
  • Koyrikort til bil í minimum 1 ár

Heilsukrøv
Fyri at gerast ambulansuviðgeri skal tú vera væl fyri likamliga, hava góða heilsu og standa eina fysiska roynd. Arbeiðið kann vera likamliga krevjandi, og um tað verður mett at tín heilsustøða kann økja um vandan fyri tína egnu trygd ella trygdina hjá øðrum, kunnu vit ikki bjóða tær lærupláss.

Tá tú søkir lærupláss, skal tú hava eina læknaváttan frá egnum lækna. Tú rindar sjálvur kostnaðin av hesi læknaváttan. Um tú hevur havt onkra sjúku ella skaða, er tað umráðandi, at hetta er skjalfest í tíni læknaváttan.

Fysiska roynd

Tað er umráðandi at tú er væl fyri likamliga. Tí hava vit eina roynd, fyri at kanna tína styrki og førleikar, og fyri at meta um tú megnar ta dagliga arbeiði sum ambulansuviðgeri.

Royndin er gjølla samansett fyri at kanna teir vøddar, sum eru undir trýsti tá tú arbeiðir sum ambulansuviðgeri.

Niðanfyri er leinkjan til fysisku royndina hjá Falck í Danmark, vit brúka ta somu. Hon er í fleiri pørtum. Vit viðmæla, at tú roynir at fullføra bæði ‘Falck- cirklen’ og renningina sama dag - helst í góðari tíð áðrenn tú kemur til sjálva upptøkuroyndina.

https://www.youtube.com/watch?v=bguuPFB3PIs

Falcks Coopertest

  • Maður 20 - 24 ár - 2620 m < 12 min      Kvinna 20 - 24 ár - 2200 m < 12 min
  • Maður 25 - 29 ár - 2550 m < 12 min      Kvinna 25 - 29 ár - 2140 m < 12 min     
  • Maður 30 - 34 ár - 2440 m < 12 min      Kvinna 30 - 34 ár - 2100 m < 12 min
  • Maður 35 - 39 ár - 2350 m < 12 min      Kvinna 35 - 39 ár - 2000 m < 12 min

Umsókn
Áðrenn tú søkir starvið sum ambulansuviðgeri er tað umráðandi, at tú er væl fyrireikað/ur, og setir teg væl inn í krøvini fyri upptøku til ambulansuviðgera.

  • Tú skal søkja talgilt, skriva eitt sindur um teg sjálvan og hví tú søkir um at blíva ambulansuviðgeri
  • Tú skal orða teg greitt og lýsa tínar royndir stutt og greitt
  • Tú skal vísa, at tú hevur sett teg væl inn í hvat henda útbúgving inniheldur og krevur
  • CV
  • Kopi av fráfaringarroynd fólkaskúlans og/ella onnur viðkomandi skjøl ella útbúgving
  • Kopi av koyrikort
  • Møgulig viðmæli

Tá tú hevur sent tína umsókn, fær tú eina váttan uppá at umsóknin er móttikin.

Um tú kemur til samrøðu:

Heildarfatan
Heildarfatan snýr seg m.a. um at skilja sín egna leiklut í einari størri heild - t.d. tá arbeitt verður í toymi við ymiskum menniskjum og fakbólkum. Tú skal skilja virksemið í einum størri perspektivi og týdningin av egnari ábyrgd og innsatsi sum part av uppgávuloysnini. Hetta krevur góða fatan og virðing fyri ymisleikanum hjá øðrum fakbólkum, og egnum leikluti í hesum sambandi.

Analytisk hugsan
Analytisk hugsan inniber í hesum høpi evnini til at samla og greina upplýsingar, finna møguligar loysnir og taka eina avgerð. Hetta er sera umráðandi sum ambulansuviðgeri, har tørvur er á at staðfesta og handla í bráðfeingis støðum. Man skal hava yvirlit og skapa tryggleika í ofta óskipaðum støðum, og samstundis geva rúm til onnur í toyminum. 

Samskiftisevni
Samskiftisevni inniber at samstarva á ein virðiligan hátt, har ein dugir at lurta og samstundis samskifta greitt og týðiliga. Gott samskifti hevur stóran týdning fyri trygdina hjá sjúklinginum og trivnaðin.

Samstarvsevni
Samstarvsevni inniber at hava vilja og áhuga í at arbeiða í einum toymi soleiðis, at sjúklingurin fær best møguligu viðgerð. Hetta samstarvið byggir á álit, ‘sparring’ og vitanardeiling. Man skal tí trívast við at loysa uppgávur í felag og hjálpa hvørjum øðrum í toyminum.

Sjálváskoðan
Sjálváskoðan inniber at kenna til egnar styrkir og veikleikar. At megna at geva og móttaka konstruktiva feedback, og at biða um stuðul og vegleiðing tá tørvur er á tí. At vera tilvitaður um hvussu man ber seg at í ymiskum støðum, og hvussu man ávirkar onnur menniskju við egnari atferð.

Empati
Empati inniber at skilja støðuna hjá øðrum menniskjum. Ein ambulansuviðgeri má hava ‘medferðarkenslu’ og empati, tí stórur partur av arbeiðinum inniber, at vera saman við menniskjum í kreppu. Sjúklingurin skal viðfarast við virðing, umsorgan og við áliti. Førleikarnir hjá ambulansuviðgeranum til at meta um, hvat er hóskandi í støðuni er sera umráðandi, tí tú kemur at hjálpa menniskjum frá øllum sosialum løgum og gera skjóta metan um tørvin á hjálp. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Louis Hansen louha@ls.fo deildarleiðara á Sjúkraflutningstænastuni.

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið

Umsóknarfreistin er 05.01.2026

Vinarliga søk starvið her. 

Sí meira á:

www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/flutningur-og-logistikkur/ambulansuviðgeri

https://rybners.dk/vores-uddannelser/teknisk-skole/uddannelser/alle-erhvervsuddannelser/ambulancebehandler

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós