Lærlingur til køkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, og gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi? So er hetta rætta læruplássið fyri teg.
Køkurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir føðsluatstøðaralærlingi til setan 1. februar 2027 ella eftir avtalu.
Um okkum
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi starvast áleið 130 fólk, harav starvast 10 í køkinum.
I køkinum er nógvar og fjølbroyttar uppgávur. Vit gera hvønn dag mat til áleið 120 fólk so sum sjúklingar, starvsfólk á sjúkrahúsinum og borgarar í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy. Vit fyrireika og matgera eisini til innanhýsis tiltøk á Suðuroyar Sjúkrahúsi o.a.
Vit bjóða
Ein spennandi arbeiðsdag við fjølbroyttum uppgávum og góðum starvsfeløgum.
Sum lærlingur lærir tú at arbeiða í einari stórari køk, har dentur verður lagdur á at gera fjølbroyttan og føðslugóðan mat. Í lærutíðini fært tú ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag, har tú m.a. lærir at gera mat til nógv fólk, baka og gera bæði kaldar og heitar rættir til sjúklingar og onnur, ið hava ymiskan tørv.
Tú fært grundleggjandi vitan um føðslu og matgerð, og luttekur í allari mannagongdini, ið fevnir um matskrá, innkeyp, goymslu, matgerð og upptak.
Um lærutíðina og útbúgvingina
Útbúgvingin er ein yrkisútbúgving og skiftir ímillum læru á arbeiðsplássinum og skúlagongd. Lærutíðin er 2 ár og 11 mðr. Av hesum ert tú í skúla í 55 vikur. Skúlagongdin er á tekniskum skúla í Føroyum og í Danmark.
Um tú hevur grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving, verður lærutíðin stytt tilsvarandi.
Ynskir tú at vita meira um útbúgvingina og møguleikar fyri víðari útbúgving, kanst tú lesa um hetta á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum, Føðsluatstøðingur
Vit ynskja, at tú
• ert ágrýtin og hevur hug at læra um og at framleiða rættan kost til sjúklingar og onnur
• sum lærlingur arbeiðir miðvíst, tekur ábyrgd og hevur lætt við at samstarva
• ert álítandi, tænastusinnað/ur og røkin
• hevur staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans
• hevur telduførleika á brúkarastøði
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita við at venda sær til Armgarð Strøm, økonoma á armst@ssh.fo ella tlf. 343300 ella Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk á jonje@ssh.fo ella tlf. 343333.
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 25. november 2026.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkahús og okkara visjón, missión og strategimál.
Um Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.