Ls Bygningr
  • Landssjúkrahúsið
  • Fast starv

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 01.12.2026 ella skjótast til ber. Talan er um fast starv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti .

H1 er seingjadeild við 35 seingjaplássum býtt á trý toymir. Á H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum taka vit ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi og øðrum nerurologiskum sjúkum. Harumframt taka vit ímóti dermatologiskum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 9 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Eisini taka vit í móti akuttum sjúklingum til trombolysu, ella EVT. Toymið H1- Neurologi og Dermatologi er staðsett á H1 í nýggja H-bygninginum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Móttøka og viðgerð av akuttum neurologiskum sjúklingum
  • Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Fakligan áhuga innan økið ella áhugan at læra sergreinarnar
  • Góðan telduførleika
  • Viljan og evnið at brúka reflektión, sum lið í menningini
  • At tú kanst undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunnu bjóða:

  • Innleiðslu og upplæring á deildini
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara, á t-post elihj@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 13.11.2026.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

 

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós