Sálarfrøðingur til leiðsluna í Barna- og ungdómspsykiatrisku eindina á Psykiatriska deplinum
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv til setan 1. januar 2027 ella skjótast til ber.. Leiðslan á barna- og ungdómspsykiatrisku eindini er mannað við einum sálarfrøðingi og einum sjúkrarøktarfrøðingi. Hesi loysa tær ymisku leiðsluuppgávurnar í tøttum samstarvi. Arbeiðsøkið hjá sálarfrøðiliga leiðaranum fevnir m.a. um fyrisitingarligar uppgávur, starvsfólkaleiðslu, útgreining og viðgerð í tann mun til ber.
Um Barna- og ungdómspsykiatrisku eindina:
Barna- og ungdómspsykiatriska eindin arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Eindin hevur serkunnleika í at útgreina og viðgera børn og ung ið hava menningarórógv ellar sálarligar sjúkur. Umframt ambulantar viðtalur, umfatar virksemið eisini eina dageind. Dageindin er eitt miljøterapeutiskt tilboð til tey børn og ungu, sum hava tørv á m.a. at verða útgreinaði undir daginnlegging.
Á Psykiatriska deplinum leggja vit okkum eftir at veita eina góða tænastu og at útgreina og viðgera við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjuna.
Vit leggja dent á eina samskapandi sjúklingagongd, við hugtøkunum rehabilitering og recovery sum týdningarmiklir vitar í tilgongdini til uppgávurnar. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum:
- Leiðsla og menning av Barna- og ungdómspsykiatrisku tænastuni. Herundir, at leiða og menna eindina sum part av Psykiatriska deplinum.
- At leiða í eini duo-leiðslu, har tú saman við hinum leiðaranum veruliga megnar samstarv um uppgávunar.
- Starvsfólkaleiðsla
- At samskipa og leggja virksemi á deildini til rættis, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt
- At skipa og menna tilboð og tænastur og tryggja, at hesi eru í tráð við gransking og nýggjastu vitan
- At samskipa, menna og leggja virksemi í deildini til rættis, m.a. í mun til fundarvirksemi, samstarvsfundir og annað, soleiðis at tilfeingið verður gagnnýtt á besta hátt.
- At supervisera starvsfólk.
- At tryggja og menna fakliga støðið í teimum tænastum vit veita, herundir at leggja førleikamenning av starvsfólkunum til rættis, soleiðis at førleikarnir svara til tær tænasturnar, sum verða veittar og sum eru ynskiligar at veita.
- At tryggja og arbeiða fyri framhaldandi menning av innanhýsis og uttanhýsis samstarvi.
- At luttaka í kliniska arbeiðinum á deildini í tann mun, sum gevur meining.
Førleikakrøv:
- Autoriseraður sálarfrøðingur
- Viðkomandi arbeiðsroyndir.
Vit ynskja at umsøkjarin hevur:
- Áhuga fyri og royndir innan leiðslu og fyrisiting.
- Góð evnir at leiða og áhuga í at menna seg á økinum.
- Eginleikar og vilja til at samstarva interprofessionelt
- Gott yvirlit og evnir til at raðfesta og leggja arbeiði til rættis
- Fyrikomandi og álitisvekjandi atferð.
- Áhuga í at umboða børnini og tey ungu í ymisk høpi og í almenna kjakinum og at stuðla polittisku skipanini á skynsaman hátt viðvíkjandi okkara fakøki.
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, har tú fært ávirkan á menningina.
- Sum leiðari í Barna og ungdómspsykiatrisku deildini ert tú limur í leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum og samstarvar við hinar leiðararnar um okkara felags uppgávu. Vit leggja dent á leiðslu sum fak og at vit menna okkum sum leiðarar.
- Eitt arbeiði, sum leggur dent á trivna og menning.
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á framhaldandi at menna innanhýsis tvørfakliga samstarvið í eindini.
- Møguleikar fyri førleikamenning og supervisión
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara og leiðandi sjúkrarøktarfrøðing Eydnu Iversen Lindenskov lseydli@ls.fo ella til depilsleiðara og leiðandi yvirlækna Tormóður Stórá lstost@ls.fo
Umsóknarfreistin er 15.11.2026
Vinarliga søk starvið her.
Um Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.