Sálarfrøðingur til Psykiatriska depilin
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi í avloysarastarv á brøki 1,0 frá 1. august 2026 til 30. juni 2027. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining og viðgerð av vaksnum fólki umframt undirvísing og supervisjón av starvsfólki.
Psykiatriski depilin útgreinar og viðgerð innlagdar og ambulantar sjúklingar, har dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran. Arbeitt verður við eini samskapandi psykiatri, har strembað verður eftir at leggja virksemið til rættis við støði í hugtøkunum recovery og rehabilitering. Eisini verður arbeitt miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement (QI) við atliti at støðugari arbeiðsmenning.
Virksemið á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og tilboð - eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, PE-viðgerð, ergoterapi, fysioterapi, medisinska viðgerð umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Sálarfrøðingurin verður knýttur at virkseminum í mun til førleikar og tørv.
Førleikar
- Cand.psych. ella samsvarandi útbúgving við autorisatión. Kandidatar uttan autorisatión kunnu eisini søkja starvið
- Viðkomandi arbeiðsroyndir
Dentur verður lagdur á
- Arbeiðsroyndir innan útgreining og viðgerð av vaksnum fólki
- Góð skipanarevni og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Førleika at miðla kanningarúrslit til aðrar fakbólkar og samskipa viðgerð
- Hegni at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt
- Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Jaligt sinni í mun til eina organisatión í menning og framgongd
- Góð samskiftisevni - og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Eitt dynamiskt arbeiðspláss, sum er í støðugari menning
- Eitt gott fakligt og sosialt umhvørvi við ágrýtnum starvsfelagum
Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðandi yvirlækna, Tórmóður Stórá, t-post psykinfo@ls.fo ella tlf. 30 47 40. Eisini ber til at seta seg í samband við leiðandi sálarfrøðing, Anna Vilhelmsen, t-post annvil@ls.fo ella tlf. 30 47 40.
Umsóknarfreistin er 21. mai 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.