10 Medisinsksongjadeild 1

Sjúkrarøktarfrøðingar til tíðaravmarkaði størv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til tíðaravmarkaði størv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Um størvini
Eitt starv við arbeiðstíð á 0,8 í øllum vaktum til setan frá 1. august 2025 til og við 31. juli 2026.

Eitt starv við arbeiðstíð á 0,8 í øllum vaktum til setan 1. juli 2025 ella skjótast møguligt eftir tað til og við 30. oktobur 2025.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at umsøkjarar
• seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
• hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hava prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
• hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða
• ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
• skipaða innleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

Umsókn v.m.
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi týsdagin 10.06.2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál  her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós