Sjúkrarøktarfrøðingar til medisinsku seingjardeildina H1 við høvuðssæti í neurologi og dermatologi toyminum
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 01.07.2025. Talan er um tvey barsilstørv, á brøk 0.9 í blandaðum vaktum, frá 01.07.2025 til 31.08.2026.
H1 er seingjardeild við 35 seingjarplásssum, býtt á trý toymi. H1 - neurologi og dermatologi toymið tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan dermatologi. Toymið hevur pláss fyri 8 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:
- Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- At tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- At tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- At tú hevur fakligan áhuga innan økið
- At tú hevur góðan telduførleika
- At tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
- At tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunna bjóða:
- Innleiðslu og upplæring á deildini
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 09.06.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.