Sjúkrarøktarfrøðingar til Kommunulæknavaktina
Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til fast starv í Læknavaktini á starvsbrøki 0,4 til setan 01.07.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir gerandisdagar og dag- og kvøldvaktir í vikuskiftunum.
Læknavaktin ella 1870 er bráðtelefonin til borgaran, sum hevur tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Læknavaktin, ið er staðsett á Landssjúkrahúsinum, virkar í tíðarskeiðinum frá kl. 16:00-08:00 allar dagar, umframt dagtímarnar í vikuskiftum og halgidøgum. Eingin sjúkrarøktarfrøðingur er í náttarvaktini. Læknavaktin umfatar allar Føroyar.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Læknavaktini snýr seg í høvuðsheitum um at samskipa virksemið í Læknavaktini, bæði lokalt og í samskifti við tey ymisku læknadømini í landinum. Sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar, at tíðin til hvønn einstakan borgara verður nýtt á skilabestan hátt, og virkar fyri, at allir borgarar, sum venda sær til læknavaktina, fáa ta hjálp teimum tørvar.
Sjúkrarøktarfrøðingurin svarar telefonini og tekur ímóti sjúklingum, sum koma í viðtaluna. Í telefonsamrøðuni ger sjúkrarøktarfrøðingurin sær eina metan av støðuni hjá sjúklinginum, spyr inntil, ráðgevur og metir um víðari tørv fyri sambandi við vaktlæknan.
Sjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við vaktlæknan, og er tilvitað/ur um sítt sjúkrarøktarfakliga virkisøki í mun til førleikar og heimildir.
Førleikakrøv
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Fakligan áhuga í arbeiði innan kommunulæknaøkið
- Er fyrikomandi og blíð/ur av lyndi
- Góð samkiftis- og samskipanarevni
- Er røkin
- Hevur góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu
- Fjølbroytt arbeiði
- Spennandi avbjóðingar
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at ringja til Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara á Bráðdeplinum á tlf. 304500, lokal 5707 ella á t-post jonfo@ls.fo.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er tann 26.05.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.