Ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkraflutningstænastan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum útbúnum ambulansuviðgera.
Talan er um eitt farloyvisstarv frá 1. oktober 2025 til 31. august 2026.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið,
sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Í løtuni starvast 10 fólk hjá Sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.
Sjúkraflutningstænastan krevur, at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.
Vit vænta, at tú
ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
Hevur góðar sosialar/menniskjaligar eginleikar
sært avbjóðingar fram um avmarkingar
hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og lýkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
Dentur verður lagdur á
menniskjaligar eginleikar
at tú megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
koyrikort til bólk D
reina revsiváttan
1. hjálparprógv
góða heilsu og fysik
dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða
felags innleiðslu og upplæring á deildini
fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
tvørfakligt samstarv
ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 36 í 2025.
Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Allan Joensen, deildarleiðara, tlf. 232350, teldupost: allan@ks.fo
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 24. august 2025
Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo