L32
  • Landssjúkrahúsið
  • Tíðaravmarkað

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða í skiftandi vaktum. Talan er um eitt barsils farloyvisstarv á starvsbrøki 0,8 frá 01.01.27 til 31.12.27. ella eftir avtalu.

H1 er seingjardeild við trimum toymum og 35 seingjaplássum. Intern medisinska toymi tekur móti elektivum og akuttum sjúklingum og hevur 15 seingjapláss. Virksemið er í tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.

Sjúkrarøkt og viðgerð eru innan hesar sergreinar:

  • Infektiónsmedisin
  • Nefrologi
  • Gastroenterologi
  • Reumatologi
  • Onkologi
  • Hæmatologi
  • Palliatión
  • endokrinologi

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinarnar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og sjúkrarøktina                                                                                                

Vit leggja dent á: 

  • fakligar royndir og áhuga innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góðan telduførleika
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar, eisini primersektorin

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • jaligt tvørfakligt samstarv 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita hjá  Guðni Rembergdeildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4937, gudre@ls.fo

Umsóknarfreistin er 22.11.26.

Vinarliga søk starvið her. 

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós