17 Tænastudeild 2

Starvsfólk til Tænastutoymið í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til Tænastutoymið at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið við starvsbyrjan.

Um størvini
Talan er um størv í nýggja H-bygninginum, har arbeiðið í høvuðsheitum er reingerð av sjúkrastovum og ert tú eisini partur av at borðreiða máltíðir fyri sjúklingum.

Dagligt samskifti er við sjúklingar og starvsfólk, og tí er umráðandi, at tú skilir føroyskt í skrift og talu.

Førleikar
Vit vænta, at umsøkjarar:

  • Hava góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum

Umsøkjarar skulu vera fyltir 18 ár, og royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur.

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 304614 gerandisdagar millum kl 8-14, ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin.

Umsóknarfreistin er 4. august 2026. 

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós