LS

Summarstarv sum húsavørður (endurlýsing)

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum summarferiu avloysara til okkara húsavarðartænastu. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring við starvsbyrjan. 

 Um starvið

Talan er um tíðaravmarkað og tímalønt starv at byrja skjótast gjørligt og fram til 15. august 2025. Viðkomandi umsøkjari skal hava koyrikort til persónbil.

 Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Inni- og útiarbeiði
  • Innanhýsis flutningur av vognum fyri Felagskøkin og Vaskaríið
  • Annar flutningur, sum t.d. vørukoyring fyri Felagsgoymsluna og ruskkoyring
  • Annað fyrifallandi arbeiði, sum til tíðir kann vera tungt. 

 Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum, har tú møtir í bæði dag- og kvøldvakt. Arbeitt verður somuleiðis umleið 4. hvørt vikuskifti. 

Vaktirnar eru skipaðar soleiðis, bæði gerandisdagar og vikuskiftir:

  • Dagvaktin møtir kl. 7-15 ella 8-15
  • Kvøldvaktin møtir kl. 10 til 18

 Persónligir eginleikar:

  • Ábyrgdarkensla og góðan røkjuskap
  • Fyrikomandi og góð samstarvsevni
  • Kann hava arbeiði, ið viðhvørt inniber tungt arbeiðið

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

 Upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heimir Ottósson, deildarleiðara fyri Tænastudeildina á tlf. 304570 ella á teldupost: heimir.ottosson@ls.fo

 Umsóknarfreistin er 10. juli 2025.

 Vinaliga søk starvið her

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós