12Des23 B3A4049

Vilt tú gerast partur av okkara nýggja reingerðartoymi?

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til eitt nýtt reingerðartoymi, sum skal taka sær av reingerðini í nýggja H-bygninginum. Talan er um føst størv við starvsbyrjan skjótast til ber. Starvsbrøkur er áleið 0.8 ella eftir nærri avtalu.

Um størvini
Sum partur av reingerðartoyminum verður tú við til at skapa góðar umstøður fyri sjúklingar og starvsfólk. Arbeiðið fer fram í H-bygninginum og fevnir í høvuðsheitum um:

  • Reingerð av sjúkrastovum
  • Borðreiðing av máltíðum fyri sjúklingum

Arbeiðið inniber dagligt samskifti við sjúklingar og starvsfólk, og tí er umráðandi, at tú dugir at samskifta á føroyskum.

Vit vænta, at tú

  • Hevur góðan røkjuskap og eyga fyri smálutum
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Arbeiðir væl bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Trívist í einum arbeiðsdegi, har broytingar kunnu koma fyri
  • Royndir innan reingerð eru ein fyrimunir, men ikki eitt krav

Vit bjóða

  • Eitt týdningarmikið starv, har tú ert við til at gera mun
  • Møguleika at vera við at mynda toymið
  • Góða upplæring í starvinum
  • Felags innleiðslu

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 304614 gerandisdagar millum kl 8-14, ella skriva til Heimir Ottósson á heimir.ottosson@ls.fo.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin.

Umsóknarfreistin er 8. august 2026. 

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós