Diabetes og kynslív
Tað er umráðandi at kunna seta orð á evni, ið kennast trupul at tosa um, men sum hava stóran týdning fyri heilsuna og lívsgóðskuna hjá nógvum føroyingum.
- Hví stríðast nógvir persónar við diabetes við samlívi og kynsligari heilsu
- Hvørjar kunnu kynsligu avbjóðingarnar vera, og hvussu kunnu hesar viðgerast?
- Hvussu kunnu vit varðveita nærlívið í parlagnum - eisini tá kynsliga heilsan verður ávirkað av sjúku?
Hesum greiddu Johan Poulsen, urologur, og Birgitte Schantz Laursen og Anette Højer Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingar og sexologar, áhoyrarum frá, tá ið tey løgdu fram um, hvussu diabetes ávirkar kynslívið og kynsligu heilsuna hjá bæði kvinnum og monnum, ið hava diabetes. Anita Højgaard, dietistur á Steno Miðstøðini, vísti eisini á, hvat heilsugóður kostur er og hvussu persónar við diabetes kunnu leggja kost og máltíðir sínar til rættis, soleiðis at tey kunnu eta vanligan, heilsugóðan mat og varðveita lívsgóðsku sína.
Kynslívið og kynslig heilsa er týðandi fyri heilsuna og lívsgóðskuna hjá tí einstaka. Hjá mannfólki, ið hava diabetes, hava tveir av trimum avbjóðingar við kynsligu heilsuni, meðan 1 av 3 kvinnum, ið hava diabetes, hava slíkar avbjóðingar. Við rætta fakkunnleikanum og røttu vegleiðingini ber til at bøta um kynsligu heilsuna og geva teimum, ið stríðast, eina betri lívsgóðsku og kynsliga heilsu.
Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipaðu fyri tiltakinum Diabetes og kynslív, ið varð hildið fyri almenninginum í sambandi við Altjóða Diabetesdagin, ið var tann 14. november.
Myndir: Steno Miðstøðin