Gransking í Sjúkrahúsverkinum
Vilt tú vita meira um gransking í Sjúkrahúsverkinum? Kom til almennan granskingardag á Landssjúkrahúsinum hósdagin 5. november kl. 14-16 í forhøllini.
Talan er um ein seinnapart við framløgum um nýggjastu gransking innan føroyska heilsu, postarum, kaffi og práti.
Fyrst heldur danski professarin og læknin John Brandt Brodersen eina framløgu um nyttuna av heilsukanningum/screening av frískum fólki. Síðan verður ein kaffisteðgur, har høvi verður at síggja framsýning av fleiri enn 20 postarum.
Aftur í ár verður skipað fyri kapping millum tey, ið hava sín postara á framsýningini í samband við Granskingardagin. Heiðursløn verður latin til tann postara, ið flestir luttakarar á Granskingardegnum atkvøða fyri.
Eftir kaffisteðgin verður høvið at hoyra fimm stuttar framløgur á 5 min hvør, við úrslitum frá fimm sera ymiskum granskingarverkætlanum. Eisini verður heiðursløn givin fyri ‘bestu’ framløgu. Tað verður Brynhild Thomsen, journalistur, sum velur bestu framløgu.
Skráin fyri dagin
- 14:00-14:05: Maria Skaalum Petersen, forkvinna í Granskingarforum, bjóðar vælkomin
- 14:05-14:50: Almennur fyrilestur við John Brandt Brodersen, lækni og professari: Er tað altíð gott at vita? Tá heilsukanningar og screening óneyðugt gera fólk til sjúklingar.
- 14:50-15:05: Steðgur við kaffi og køku og poster framsýning
- 15:05 - 15:40: Fimm framløgur á 5 min um úrslit frá granskingarverkætlanum
- Eina Hansen Eliasen, PhD. Aldurin er tann sami – heilsan er ymisk. Úrslit úr triðju kanning av Sjeytiárakohortuni.
- Marnar Fríðheim Kristiansen, PhD. Høgur títtleiki av deyðsvanlukkum í arbeiði í Føroyum: Ein norðurlendsk samanbering.
- Anna Sofía Veyhe, PhD. D-vitamin støði hjá barnakonum: árstíð og lívsstílur sum avgerandi tættir í eini føroyskari burðarkohortu.
- Bára Randrup Joensen, PhD lesandi. Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum – fyribils úrslit.
- Durita Viderø Gunnarsson, PhD lesandi: Upplivingar hjá heilsustarvsfólki av einari talgildari interventión til at økja um virkni hjá innløgdum sjúklingum - Ein kvalitativ kanning av IPAMINA interventiónini.
- 15:45-16:00: Vinnarar av besta postara og bestu framløgu verða avdúkaðir