Xgv5ulcwzn6zmix7 Catljmt7thqwgpyw

Heilsugranskingareindin stóra granskingarjáttan frá danska Umhvørvisstýrinum

Danska Umhvørvisstýrið, sum hevur pengar á fíggjarlógini til granskingarverkætlanir í Arktis, játtaði beint fyri jól Heilsugranskingareindini 3,7 mió. kr. í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá børnum í Føroyum starvar. Verkætlanin er mett at kosta fleiri mió. krónur og varðar í 2½ ár.  National Institutes of Health (NIH) hevur játtað knappliga 2,7 mió. til somu verkætlan.

Talan er um endurkanning av eini burðarkohortu við knapt 630 børnum, sum eru fødd í 2020-2022 og sum verða boðin til kanning við 5 ára aldur. Ulrike Steuerwald tekur sær av læknaligu kanningunum av børnunum. Verkætlanin er eitt samstarv millum Syddansk Universitet, Rhode Island University og Sjúkrahúsverkið.

Vit byrjaðu arbeiðið við burðarkohortum í 1985 og hava til henda dag stovnað og fylgt fimm ymiskum burðarkohortum. Umleið 3000 børn og foreldur teirra hava luttikið í hesum verkætlanum. Áður hava vit serliga kannað, hvussu nervalagið starvar. Nú kanna vit í størri mun immunverjuna nágreiniliga, tí tað tykist sum at immunverjan er ávirkað av dálkandi evnum, serliga tí evnabólkinum, vit rópa fluorevnir. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara barnakohortum.

Nú er so ætlanin at kanna hetta so væl sum gjørligt við at hygga at, hvussu 5 ára vaksinatiónin hjá børnum virkar, og um dálkandi evni hava tálmað virkingin, eins og vit áður hava ávíst. Í kohortu 6 hava vit fylgt kvinnum, sum eru við barn gjøgnum viðgongutíðina við blóðroyndum og spurnabløðum, tikið blóð frá nalvastreingi við føðing og síðani kannað børnini, tá tey vóru 2 vikur gomul, 3 mánaðir og 12 mánaðir gomul, og nú aftur, tá tey gerast 5 ár.

Verkætlanin fer í gongd um miðjan januar, og vit vóna, at hon aftur hesaferð fær góða undirtøku, soleiðis sum hinar kanningarnar hava gjøgnum árini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós