Image2

Nýtt felags átak um beinbroyskni

Steno Miðstøðin og Skurðdepilin fara nú undir eitt felags 3-ára betranarátak um beinbroyskni (osteoporosu). Sum partur av átakinum verða allir sjúklingar við láorkubrotum í mjødn ella ryggi, sum lúka ásettu krøvini, ávístir til DXA-skanning og meting hjá endokrinologi. Høvuðsendamálið er at fyribyrgja, at sjúklingar fáa nýggj brot, og hetta verður gjørt gjøgnum skipaða útgreining, viðgerð og uppfylging.

Í Føroyum verða árliga uml. 60 til 80 sjúklingar viðgjørdir fyri mjadnarbeinbrot. Eftir eitt slíkt brot er vandin fyri nýggjum beinbrotum munandi øktur.

Átakið setir í verk standardiseraðar sjúklingagongdir tvørtur um Skurðdepilin, Diagnostiska depilin og Steno Miðstøðina. Málið er at tryggja, at sjúklingar við beinbroyskni verða funnir og fáa rætta viðgerð rættstundis, so vandin fyri fleiri brotum minkar.

Samstundis verður arbeitt við at menna førleikarnar hjá heilsustarvsfólki og framleiða kliniskar vegleiðingar og kunningartilfar, sum kann vera við til at økja um heilsuførleikan hjá teimum, sum eru fevnd av tilboðnum, og tryggja at vitan og arbeiðsgongdir verða varandi partur av heilsuverkinum – eisini eftir, at verkætlanin er liðug.

Betranarátakið verður framt í samstarvi við Diagnostiska depilin og Dygd og Betran. Tveir yvirlæknar, ein frá Steno Miðstøðini og ein frá Skurðdeplinum, eru fakligir samskiparar og ábyrgdarar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós