Undirvísing til avvarðandi hjá demensraktum
Tann 9. mai verður undirvíst í grundleggjandi vitan um demens. Skeiðið er ætlað avvarðandi hjá demensraktum fólki.
Tíð og stað
Tann 9. mai frá kl. 13:30 til 15:30 í Víkingahúsinum í Norðagøtu
Kostnaður
Ókeypis
Tilmelding
Skriva boð til halje@ls.fo. Viðmerki hvussu nógv tit verða.
Seinasta freist at melda til er hósdagin 8. mai.
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja á Demensklinikkina á telefon 304500, lokal 4460