Barn Á Skannaralegu (1)

Børn á Røntgendeildini

Er barn títt ávíst til kanning á Røntgendeildini, eru stórt sæð somu reglar galdandi sum fyri vaksin. Viðhvørt er tó neyðugt at møta á  Børn og Ung Somatik á B5 til fyrireikingar áðrenn, um tað er ein kanning ið skal gerast á Landssjúkrahúsinum. Um so er, fáa tit nærri kunning um hetta, tá ið barnið verður innkallað.

Tað er týdningarmikið, at barn títt kennir seg trygt, tá ið tað skal til kanningar á Røntgendeildini, soleiðis at vit fáa gjørt eina kanning av góðari góðsku. Fyrireikað tí barnið væl, soleiðis at barnið veit, hvat tað kann vænta á kanningardegnum.

Vit viðmæla at vitja heimasíðuna hjá Odense Universitetshospital www.hcand.dk umframt at taka HC And appirnar niður, har nógv barnavinarligt tilfar um kanningar og viðgerðir á sjúkrahúsi er at finna.

Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós