Døgnland - 5-hydroxyindolylacetat (5HIAA)
Brúkast skal 2,5 l dunkur, sum inniheldur 100mL saltsýru 2,5%. Hesin fæst á Rannsóknarstovuni.
- Lat vatnið t.d. kl. 8 á morgni og koyr tað burtur
- Samla síðan alt vatnið í dunkin til og við næsta morgun kl. 8
GG: Dagin fyri at samlað verður, eigur tú ikki at hava etið ella drukkið:
- Ananas, avokado, banan, kiwi, blommur, tomat, grønmeti
- Sjokolátu
- Skimmelost
- Valnøtir
- Alkohol
- Heilivág 3 dagar frammanundan mást tú ikki hava tikið: Hostamedicin, Acetylsalicsylsýru, Atenolol, Fluorouracil, Imipramin, Isoniazid, Methenamin, Methyldopa, Monoaminooxydase-B-hæmmara, Napeoxen, Paracetamol, Tetracosactid, tiazider.
Meðan samlað verður, skal dunkurin helst goymast kalt. Fer okkurt til spillis er neyðugt at samla av nýggjum. Lat ikki vatnið beinleiðis í dunkin, tí sýra er í dunkinum.
Skriva dato og klokkutíð – bæði tá byrjað og endað verður – á bíleggingarseðilin, og
set strikukotu frá bíleggingarseðlinum á dunkin.
Dunkurin kann avleverast, saman við bíleggingarseðilinum, á ambulatoriunum hjá Rannsóknarstovuni gerandisdagar millum kl 8:00 - 14:00, ella á Rannsóknarstovuni, G0, á Landssjúkrahúsinum kl 8:00 - 16:00.
Svar á kanningina fæst við at venda sær til egnan lækna.