Døgnland - Calcium, Phosphor og Magnesium

Brúkast skal 2,5 l dunkur, sum inniheldur 20 ml saltsýru 6M. 
Hesin fæst á Rannsóknarstovuni.  

  1. Lat vatnið t.d. kl. 8 á morgni og koyr tað burtur
  2. Samla síðan alt vatnið í dunkin til og við næsta morgun kl. 8

Meðan samlað verður, skal dunkurin helst goymast kalt. Fer okkurt til spillis er neyðugt at samla av nýggjum. Lat ikki vatnið beinleiðis í dunkin, tí sýra er í dunkinum.

Skriva dato og klokkutíð – bæði tá byrjað og endað verður – á bíleggingarseðilin, og
set strikukotu frá bíleggingarseðlinum á dunkin.

Dunkurin kann avleverast, saman við bíleggingarseðilinum, á ambulatoriunum hjá Rannsóknarstovuni gerandisdagar millum kl 8:00 - 14:00, ella á Rannsóknarstovuni, G0, á Landssjúkrahúsinum kl 8:00 - 16:00.

Svar á kanningina fæst við at venda sær til egnan lækna.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós