Mammografiscreening
Screening merkir kanning av frískum borgarum, har endamálið er fyribyrging ella skjót staðfesting av sjúku, og harvið mildari viðgerð. Mammografi er ein røntgenkanning av bróstunum.
Mammografiscreening er eitt tilboð til allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár. Kanningin fer fram á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og verður endurtikin annaðhvørt ár. Talan er um eitt tilboð, og tú kanst til eina og hvørja tíð melda teg úr screeningini, og melda teg til aftur seinni.
Vit heita á teg, um at boða okkum frá, um tú ikki vilt taka av tilboðnum, so vit kunnu gagnnýta allar tíðirnar og arbeiðsorkuna.
Les meira um mammogafiscreeningina her.