Nýtt knæ - fysioterapi
Tá tú fær nýtt knæ, fær tú vegleiðing og venjingar at gera frá fysioterapeuti.
Málið er at endurvinna rørslu og styrki, og at gerast sjálvstøðug/ur í venjingini.
Tað er umráðandi, at tú fylgir tilmælinum og sjálv/ur tekur ábyrgd fyri venjingini, fyri at fáa so gott úrslit sum møguligt.