Vegleiðing í PEP-floytu
Ein PEP-floyta kann hjálpa, um tú hevur tørv á at:
- Loysa slím
- Fáa tamarhald á andaneyð
- Fáa ein djúpri og meiri róligan andadrátt
Tosa við onkran á deildini um hvussu ofta, tú skal brúka PEP-floytuna.
Hent at vita
- Minst til at røra teg. Tað er umráðandi at røra seg so nógv sum gjørligt gjøgnum dagin, hetta er gott fyri lunguni.
- Upp at sita ella standa. Tað er lættari at anda tá tú situr ella stendur, enn tá tú liggur.
Um viðgerðina
Tá ið tú blæsur út ígjøgnum PEP-floytuna, økist trýstið í lungunum. Tað kann hjálpa tær at fáa ein djúpri andadrátt og luftin “pressast” út í tær smáu andaleiðirna. Hevur tú slím í lungunum, kann hetta loysast av viðgerðini.
Reinføri
PEP-floytan skal vaskast minst 1 ferð um vikuna. Tak PEP-floytuna sundur, vaska í lunkaðum sápuvatni og skola við reinum vatni, lat síðani PEP-floytuna luftturka. PEP-floytan tolir ikki at fara í uppvaskimaskinu.
Tak niður vegleiðing her.