7 Barnsburð 51

Lesandi uttanlanda

Lesandi føroyskar kvinnur, sum búgva uttanlanda, kunnu velja at eiga í Føroyum. Hetta er eisini galdandi, um makin er føroyingur og lesandi. Fyri at tú kanst eiga í Føroyum og barnið kann verða skrásett eftir føðing, er neyðugt, at tú fylgir vegleiðingini niðanfyri. 

Áðrenn tú kemur til Føroyar

Tú skalt hava við tær ferðajournal og harumframt skalt tú fáa til vega svangerskabsjournal frá egnum lækna. Ert tú ella hevur tú verið sjúk, hevur havt kompliseraða viðgongutíð ella áður havt kompliseraða viðgongutíð ella føðing, er neyðugt, at tú fært til vega avrit av journaltilfari frá sjúkrahúsi og møguliga eisini frá egnum lækna, sum lýsa hetta. Fá til vega navn og bústað hjá sóknini, har tú hoyrir til. Tú kann t.d. finna tína sókn á www.sogn.dk.

Býrt tú í Suðurjútlandi, skalt tú í staðin fáa til vega navn og bústað hjá kommununi, sum tú býrt í. Í Suðurjútlandi er tað kommunan, sum skrásetir barnið, meðan tað í Danmark annars er sóknin, ið skrásetir barnið. Fá til vega navn og bústað hjá heilsufrøðisskipanini, har tú hoyrir til. Hav við avrit av navna- ella dópsbrævi, og vigslubrævi, um tú ert gift.

Tá tú ert komin til Føroya

Set teg í samband við kommunulækna í Føroyum, har tú fært upptikið journal og tikið neyðugar blóðroyndir. Síðani setur tú teg í samband við læknaskrivara á Barnakonueindini og fært tíð til viðtalu hjá ljósmóður. 

Ljósmóðirin kunnar teg um møgulig tilboð um føðifyrireiking.

Eftir føðing

Tá barnið er føtt, sendir ljósmóðirin føðifráboðan til viðkomandi sókn/kommunu saman við avriti av navna/dópsbrævi hjá tær. Ert tú gift, sendir ljósmóðirin avritið av vígslubrævinum. Sóknin/kommunan skrásetir síðani barnið.

Verður tú verandi í Føroyum eina tíð aftaná føðing, kanst tú fáa vitjan av heilsufrøðingi. Sig ljósmóðurini frá hesum. Tá tú aftur fert heim, skalt tú sjálv seta teg í samband við heilsufrøðingin, har tú býrt.

Faðirskap

Tú skrásetir sjálv faðirskapin hjá barninum á heimasíðuni www.personregistrering.dk. Her finnur tú eisini vegleiðing og skjøl at fylla út í sambandi við faðirskapið. Faðirskapið skal skrásetast í seinasta lagi 14 dagar eftir føðing. Ert tú gift, verður faðirskapið skrásett sjálvvirkandi.

Pass

Tú fær eitt fyribilspass til barnið við at venda tær til Føroya Landfúta. Tú fært eina føðifráboðan frá ljósmóðurini, sum tú skal brúka til endamálið. Tað er ikki eitt krav, at barnið er navngivið fyri at fáa fyribilspass. Tað ber til at ferðast til Danmarkar við barninum, uttan at barnið hevur fingið fyribilspass. Tá er neyðugt at vísa føðifráboðanina sum samleikaprógv á Flogvøllinum. Mynduleikarnir viðmæla tó,
at barnið fær eitt fyibilspass, m.a. tí tað ber ikki til hjá barninum at koma aftur til Føroya uttan fyribilspass.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós