Barnakona Á Briks

Barnakonur

Ljósmóðir
Tlf. 304500
Bið um vakthavandi ljósmóðir

Broyta/avlýsa viðtalutíð
Tlf. 304625. Telefontíð er frá kl. 10.30 til 12.30.

Føðifyrireiking
Næsta føðifyrireikingarskeið er mikudagarnar 27. august og 3. september 2025 frá kl. 17 - 19. Tilmelding er ikki neyðug.

Rundvísing
Rundvísing er á Barnakonueindini fyrsta mánadag í hvørjum mánaði kl. 17.00. Tit síggja føðistovurnar og stovurnar á barsil. Gev gætur – tað er ikki altíð, at føðistovurnar eru tøkar til rundvísingina. Tilmelding er ikki neyðug.

Hent kunning til barnakonur
Føðifyrireiking

Føðifyrireikingarskeið er í matarhøllini á Landssjúkrahúsinum á Eirargarði 7. Føðifyrireikingin er skipað sum tveir fyrilestrar, har høvi er at seta spurningar.

Næsta føðifyrireiking verður 27. august og 3. september 2025 frá kl. 17.00 til 19.00. Tilmelding er ikki neyðug. 

Tit eru vælkomin at fylgja við her á heimasíðuni ella Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum, tá føðifyrireikingin nærkast, tí broytingar kunnu koma fyri. Vanliga hava vit føðifyrireiking triðja hvønn mánaða. Liggur ikki fyri at koma til føðifyrireiking, eru tit vælkomin at hyggja at filminum um føðifyrireiking niðanfyri.

 

Lesandi uttanlands

Barnakonur og makar, sum eru lesandi uttanlands, og sum ynskja at eiga á Landssjúkrahúsinum, kunnu lesa um tað her.

Barnakonur, við bústaði uttanlands

Hetta er kunning til barnakonur, sum ikki hava bústað í Føroyum, sum ynskja at eiga á Landssjúkrahúsinum. Lesið meira her.

Um tú ella makin ert lesandi uttalands, lesið meira her.

Barnakonur, ið búgva langt frá Landssjúkrahúsinum

Hevur tú langa leið á Landssjúkrahúsið, og ynskir at vera nærendis í tíðini innan føðing.

Les faldaran um Gestalonina og tilboðið til barnakonur her.

Barnakonur í Suðuroy

Barnakonur í Suðuroynni ganga í viðgongutíðini til kanningar hjá ljósmøðrum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Les um at vera barnakona í Suðuroy her.

Les um barnakonukanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi her.

Samband

Deild

Barnakonur
J. C. Svabosgøta 41-49, 100 Tórhavn
Hædd 2, Bygningur A
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós