19 Køk 9

Deildarleiðari til køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Klaksvíkar Sjúkrahús

DEILDARLEIÐARI TIL KØKIN

 

Vilt tú standa á odda fyri at mynda og menna okkara køk?

Hevur tú leiðsluførleikar, kostfakliga útbúgving og hegni at skapa trivnað og menning? Dugir tú at samskipa arbeiðsgongdir og samstundis tryggja góðsku, rakstur og fíggjarstýring? Talan er um eitt fulltíðarstarv til setan tann 01.01.27 ella eftir nærri avtalu.

So ert tú møguliga tann, vit leita eftir.

UM OKKUM

Køkurin ger mat til seingjadeildina og veitir harumframt mat til borgarar á røktarheimi, sambýli og dagtilhaldi, og til heimabúgvandi pensionistar, starvsfólkakantinu, skeiðir, fundir og annað virksemi í húsinum.

Í køkinum starvast kostfaklig starvsfólk og køkshjálp.

Matur hevur stóran týdning fyri eina góða sjúkugongd, tí hevur køkurin eitt tætt tvørfakligt samstarv við røktarstarvsfólk og onnur fakfólk fyri at tryggja, at einstaki sjúklingurin fær røttu og nøktandi føðsluna.

UM STARVIÐ

Vit sóknast eftir einum framfýsnum og ábyrgdarfullum deildarleiðara, sum vil standa á odda fyri køkinum og teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum eru knýtt at deildini.

Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgd av dagliga rakstrinum, starvsfólkunum og menningini av køkinum. Tú verður partur av okkara leiðslutoymi og kemur í dagliga arbeiðnum at samstarva við fleiri ymiskar fakbólkar, aðrar leiðarar, starvsfólk og viðskiftafólk.

Vit vænta, at tú:

·        ert dynamisk/-ur og framfúsin

·        hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

·        ert semjusøkjandi og dugir at samskipa

·        dugir at stimbra og motivera starvsfólk

·        hevur hegni at skapa jaligar og mennandi arbeiðsumstøður

·        torir at taka avgerðir og taka ábyrgd.

Sum leiðari hevur tú eisini ábyrgd av játtanini hjá deildini og skalt tryggja, at hon verður gagnnýtt skynsamt og ábyrgdarfult. Tú hevur ábyrgd av innkeypi, har dentur verður lagdur á bæði góðsku og kostnað, umframt vaktplan og eina vælskipaða dagliga arbeiðsgongd.

UM TEG

Vit sóknast eftir einum leiðara, sum hevur:

·        hóskandi kostfakliga útbúgving og leiðsluroyndir

·        viðkomandi køksroyndir

·        góð samstarvs- og samskiftisevni

·        fíggjarligt innlit og hegni

·        góðar KT-førleikar og lætt við at seta seg inn í nýggjar KT-skipanir

·        evni at stimbra, eggja og menna starvsfólk

·        áhuga og vilja til støðugt at menna arbeiðsgongdir og arbeiðshættir.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við fíggjarstýring, vaktplanlegging og rakstri.

LEIÐSLUUPPGÁVUR OG ÁBYRGDARØKI

Sum deildarleiðari skalt tú bæði tryggja ein góðan dagligan rakstur og arbeiða miðvíst við framtíðar menning av køkinum.

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

·        leggja bæði stutt- og langtíðarmál fyri deildina

·        skipa og menna deildina og arbeiðsgongdirnar

·        menna og effektivisera mannagongdir og arbeiðshættir

·        tryggja dygd og yrkisførleika

·        skapa eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi

·        tryggja eitt gott kropsligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi

·        hava fíggjarligt eftirlit og tryggja skynsama nýtslu av tilfeingi

·        samskipa vaktplanlegging og dagliga raksturin.

Vit vænta, at tú ert reflekterandi, hevur góða fatanarevni og dugir at síggja heildina. Tú skalt hava dirvi at taka avgerðir og samstundis megna at fáa fólk við tær.

VIT BJÓÐA

Tú kemur at leiða eina spennandi deild og verður samstundis partur av einum leiðslutoymi við 16 deildar- og varaleiðarum.

Sjúkrahúsleiðslan leggur stóran dent á, at leiðandi starvsfólk hava góðar karmar og stuðul til at røkja leiðsluuppgávuna og skapa eitt gott og gevandi samstarv millum sjúkrahús, deildir og starvsfólk.

Sum partur av leiðslutoyminum kemur tú at luttaka í leiðsluforum saman við sjúkrahúsleiðsluni og deildarleiðsluni. Her verður arbeitt við leiðsluhugtakinum og dentur lagdur á leiðslu, fyriskipan og HR.

Vit bjóða tær sostatt eitt starv við møguleika at ávirka og menna bæði køkin, starvsfólkini og arbeiðsgongdirnar.

Løn- og setanartreytir

Løn- og setanartreytir sambart sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.

Umsókn 

Umsókn við CV, og prógvum verður at senda til:

umsokn@ks.fo í seinasta lagi sunnudagin 1. novembur 2026.

Setanarsamrøður verða í viku 46.

Eru spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Nicolinu Eyðunsdóttir, varaleiðara í køkinum á tlf: 404581 ella Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós