17 Tænastudeild 7

Reingerðarfólk til farloyvisstarv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir reingerðarfólki til farloyvisstarv á seingjardeildin, KS3, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi  í tíðarskeiðnum 12. oktober 2026 – 31. desember 2027.  Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið. Byrjast kann eftir nærri avtalu.

 

Um starvið


Starvið er parttíðarstarv og er tímalønt, har arbeiðstíðin er í løtuni 22 tímar um vikuna.

Arbeitt verður aðruhvørja viku frá mánadag til sunnudag.

Arbeiðstíðin mánadag til fríggjadag er ávikavist frá kl. 08.00-14.00 ella kl. 08.00-15.00.

Í vikuskiftinum er arbeiðstíðin eitt vikuskifti kl. 08.00-12.00 og hitt vikuskifti kl. 08.00-15.00.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum. Eisini er borreiðing og avrudding av morgunmati, døgurða og  millummála til sjúklingar ein partur av arbeiðinum. Hetta inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst dagligt samskifti við sjúklingar.

 

Vit vænta, at tú:

 

  • ert røkin og gongur høgt upp í reinføri
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur
  • dámar at hava ymiskar uppgávur
  • ert fleksibul og at tú tolir broytingar
  • dugir føroyskt ella eitt av skandinavisku málunum

 

Vit bjóða:

 

  • eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfelagum
  • ein skiftandi arbeiðsdag í góðum og skipaðum umhvørvi
  • skipaða innleiðslu og upplæring
  • royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur

 

Setanartreytir

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við: Jastrid Gullaksen, deildarleiðara, á tlf. 235470, ella senda ein teldupost til: jasgu@ks.fo

 

Umsókn

 

Starvið verður sett skjótast tilber, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal sendast til: umsokn@ks.fo 

Umsóknarfreistin er 28. september 2026.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

-----

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 


Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.


Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós