Ls Bygningr

KT-starvsfólk til Servicedesk á Landssjúkrahúsinum

Landssjúkrahúsið søkir eftir einum KT-starvsfólki, sum skal vera við til at veita KT-support til starvsfólk í øllum Sjúkrahúsverkinum. Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 01.11.2026, ella eftir nærri avtalu.

Heilsunet er eitt av størstu KT-kervunum í landinum, við meira enn 2.000 brúkarum og fevnir um øll trý sjúkrahúsini. KT er ein grundleggjandi partur av kliniska virkseminum, og vælvirkandi skipanir og skjót hjálp eru avgerandi fyri, at okkara starvsfólk kunnu veita eina góða og effektiva sjúklingaviðgerð.

Á KT-deildini starvast í løtuni átta starvsfólk, umframt KT-leiðaran. Deildin er partur av Fíggjar- og KT-økinum á Landssjúkrahúsinum.

Um starvið

Servicedesk - í dagligari talu KT-skivan - er fyrsta kontaktstaðið hjá starvsfólkum og øðrum brúkarum, sum hava tørv á KT-hjálp.

Tú verður partur av einum lítlum Servicedesk-toymi og kemur bæði at hjálpa brúkarum við vanligum KT-trupulleikum og at arbeiða við meira tekniskum uppgávum eftir førleikum og áhuga.

Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • at veita 1. level KT-hjálp til starvsfólk og brúkarar av okkara KT-skipanum
  • at greina og feilfinna KT-trupulleikar og loysa teir, tú kanst, sjálv/ur
  • at skráseta mál og fylgja teimum upp í okkara Servicedesk-skipan
  • at tryggja, at mál verða latin víðari til røttu serfrøðingar ella veitarar, tá tørvur er á tí
  • umsiting av brúkarum og atgongdum, millum annað í Active Directory
  • umsiting og support av ymiskum fakskipanum
  • uppseting og feilfinning av teldum, teldlum, prentarum, fartelefonum og aðrari KT-útgerð
  • at gera greiðar og brúkaravinarligar vegleiðingar
  • við tíðini, at taka ábyrgd av fleiri og meira krevjandi KT-uppgávum eftir áhuga og førleikum.

Vit arbeiða í einum umhvørvi, har nýggjar skipanir og nýggj tøkni støðugt koma afturat. Tí verður ikki væntað, at tú dugir alt frammanundan. Hinvegin er tað týdningarmikið, at tú hevur hug og evni at læra nýtt.

KT-skivan hevur tænastu frá kl. 8 á morgni. Arbeiðstíðin verður skipað í toyminum, men tú skalt rokna við, regluliga at møta soleiðis, at tú ert tøkur til arbeiðis frá kl. 8.

Hvør ert tú?

Vit leggja stóran dent á, hvør tú ert, hvussu tú arbeiðir, og hvussu tú tekur ímóti nýggjum avbjóðingum.

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur áhuga og tev fyri KT
  • ert forvitin og hevur hug at læra nýggja tøkni
  • dámar at finna fram til, hví okkurt ikki riggar, og ikki gevst beinanvegin, tá trupulleikin er eitt sindur fløktur
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd fyri uppgávum
  • dugir at skipa arbeiðið og fylgja málum til tey eru loyst
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og dugir at skapa tryggleika hjá brúkarum, sum hava tørv á hjálp
  • trívist í einum arbeiðsumhvørvi, sum bæði hevur skjótar supportuppgávur og uppgávur, sum krevja hugsavnan og feilfinning.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá Servicedesk, KT-support ella øðrum KT-arbeiði.

Útbúgving sum KT-supportari, ella onnur viðkomandi útbúgving er eisini ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Hevur tú fingið tínar KT-førleikar á annan hátt, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær.

Vit bjóða

  • eina góða innleiðslu og upplæring
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • eitt arbeiðsøki við nógvari ymiskari tøkni og góðum møguleikum fyri fakligari menning
  • møguleika við tíðini at taka størri ábyrgd og arbeiða við meira krevjandi KT-uppgávum
  • tvørfakligt samstarv í øllum Sjúkrahúsverkinum
  • eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har arbeiðið hjá KT-deildini hevur beinleiðis týdning fyri gerandisdagin hjá klinisku starvsfólkunum.

Starvið er partur av dagliga Servicedesk-dekninginum hjá KT-deildini, og arbeiðið verður skipað soleiðis, at neyðuga tænastan til Sjúkrahúsverkið er tryggjað.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, á tlf. +298 234689 ella teldupost bjafr@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 22.09.2026.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós