Ls Bygningr

Depilsleiðari til Medisinska depilin

Medisinski depilin søkir eftir dugnaligum og virkisfúsnum depilsleiðara við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund til setan 1. november 2026 ella eftir avtalu.

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræðið til, saman við leiðandi yvirlækna, at standa á odda í arbeiðinum at leiða og menna depilin. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðum, ið verða tiknar.

Vit ynskja ein leiðara sum er fyrikomandi, og hevur lætt við at skapa relatiónir tvørtur um deildir og sjúkrahús. Tú hevur nærlagni og brennur fyri, at starvsfólk tíni mennast og eydnast, bæði sum einstaklingar og sum toymi. Tú dugir at motivera og skapa samfesti í einum fjøltáttaðum gerandisdegi og stuðlar soleiðis undir, at ásett mál fyri Sjúkrahúsverkið verða rokkin.

Sum leiðari á Medisinska deplinum kanst tú vænta eitt spennandi starv, við nógvum dugnaligum starvsfeløgum. Hóast ferðin er høg, verður stórur dentur lagdur á fakliga støðið og at vit hava umsorgan fyri einstaka sjúklinginum.

Medisinski depilin tekur sær av kanningum og viðgerðum av medisinskum sjúkum, umframt øðrum sergreinum, sum marka upp at intern medisin. Á deplinum eru nógvar ymiskar sergreinar: pædiatri, neonatalogi, kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi og diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi, infektiónsmedisin, palliatión, umframt samfelags/arbeiðsmedisin.

Steno Miðstøðin er staðsett á Mediskinska deplinum og depilsleiðslan hevur yvirskipaðu leiðsluna á Steno Miðstøðini.

Fýra seingjadeildir, sum í september allar koma at verða í H-bygninginum, og eitt umfatandi medisinskt ambulatorii er á deplinum. Flutt verður í nýggja H-bygningin í september 2026. Hetta viðførir broytingar á fleiri økjum, sum komandi depilsleiðarin fer at eiga stóran leiklut í at útføra og fáa at hepnast.

Afturat hesum hevur depilsleiðarin í felag ábyrgd av øllum starvsfólkunum, sum eru sett á deplinum, umframt læknakonsulentar og læknaskrivarar.

Ábyrgdarøki

Depilsleiðslan myndar í felag leiðsluna á Medisinska deplinum. Tey hava tætt samstarv og avloysa hvønn annan, tá annar teirra er burtur. Depilsleiðslan hevur, í tráð við strategiina hjá Landssjúkrahúsinum, ábyrgdina av starvsfólkaleiðslu og er stigtakari til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum á deplinum.

Depilsleiðslan skal leggja til rættis, samskipa og optimera virksemið og tilfeingisnýtsluna, soleiðis at veitt verður ein so munadygg tænasta til sjúkling og avvarðandi sum gjørligt innan givnar karmar.

Depilsleiðarin gerst partur av einum virkisfúsnum leiðarabólki, sum við áræði og eldhuga arbeiðir fyri at menna Medisinska depilin og samstarva og samskifta nógv við sjúkrahússtjórnina, umframt depilsleiðslur og stápar á Landssjúkrahúsinum sum heild.

Vit vænta:

at tú hugsar strategiskt, torir at royna nýggjar mannagongdir og kanst verða við til at menna avrik á deplinum,

at tú klárar at seta eina greiða kós, sum samsvarar við yvirskipaðu málini fyri Medisinska depilin og Steno Miðstøðina,

at tú kanst standa á odda fyri, skipa og menna uppgávur á ein greiðan og sjónligan hátt,

Tað er týdningarmikið, at tú megnar at síggja loysnir, sum fevna um fleiri fakøkir. Tú verður partur av einum depli við fjøltáttaðum fakkunnleika og uppgávum. Tí er neyðugt, at tú dugir at samskifta og samstarva við fólk, sum hava ymisk sjónarmið og ymiskar royndir.

Nakrar av tínum høvuðsuppgávum verða at:

  • seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv, við atliti til tillutaða tilfeingið
  • at tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og at kunna meta um býtið av tilfeinginum í serstøkum og akuttum støðum
  • at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning
  • at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
  • at góðskutryggja og menna virksemið
  • at virka miðsavnandi fyri alt økið
  • at verða fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av játtanini

Vit leggja dent á:

  • prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • royndir innan leiðslu og fyrisiting
  • royndir frá sjálvstøðugum arbeiði við skiftandi uppgávum
  • góð leiðslu- og tvørfaklig samstarvsevni              
  • framskygni og hugflog
  • stigtakan innan fakliga og organisatoriska menning
  • evni at raðfesta og skipa arbeiðið
  • góð analytisk evni
  • góðar førleikar at samskifta

Vit bjóða:

  • felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum
  • eitt fjølbroytt starv, har tú fært ávirkan og ábyrgd av menningini í deplinum
  • samstarv við leiðarar og starvsfólk á deplinum
  • eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. november 2026 ella eftir avtalu. Starvsheitið er depilsleiðari við sjúkrarøktarfrøðiligari útbúgving.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Per Busk, sjúkrahússtjóra á tlf 234545, t-post perbu@ls.fo ella Gunnvá Guttesen, varastjóra, á tlf. 234570, t-post gungu@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 17. september 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós