Ls Bygningr

Deildarleiðari til Skurðgongina á Landssjúkrahúsinum

Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir deildarleiðara til Skurðgongina til setan 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu. 

Skurðdepilin hevur eitt tætt tvørfagligt samstarv tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini Skurðgongin (Endoskopiin og Sterilsentralurin), Seingjadeildin G4 og H2, Kirurgisk ambulatorie, Oyra- næsa- og hálsdeildin, Eygnadeildin, Barnakonueindin og Læknaskrivararnar.

Á Skurðgongini starvast 15 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 endoskopisjúkrarøktarfrøðingar, 3 sterilatstøðingar og skurðlæknar. Deildin er skipað við einum  dagligum deildarleiðara, einum varaleiðara og læknaligum funktionsleiðara og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deplinumn. 

Deildarleiðarin hevur til dagligt ábyrgd fyri sjúkrarøktini innan skurðøkið, endoskpiina og sterilsentralin. Deildarleiðarin kann koma at hava nakrar fáa vaktir gerandisdagar.

Á Skurðgongini verða gjørdar umleið 3000 skruðviðgerðir um árið og 1800 endoskopi viðgerðir. Í sterilsentralinum verða øll instrumentir til allar skurðviðgerðrir endurviðgjørd, eisini serviserar sterilsentralurin øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðið sum deildarleiðari fevnir um

  • At vera fyrisitingarligur og fakligur leiðari hjá starvsfólkunum á Skurðgongini
  • At umsita fíggjarjáttanina fyri deildina 
  • At virka fyri menning innan Skurðøkið, Endoskopiøkið og Sterilsentralin
  • At skipa fyri undirvísing og menning av starvsfólkunum á deildini
  • At gera og skipa fyri mannagongdum fyri tey ymsu økini á deildini 

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur 
  • Útbúgving og/ella royndir innan leiðslu er ein fyrimunur, men ikki eitt krav 
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at tú

  • Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
  • Er eldhugað/ur og megnar at geva fakligan  íblástur til starvsfelagar
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Virkar fyri góðum arbeiðsumhvørvi, sjúkrarøktarfakliga og tvørfakliga

Vit bjóða 

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Samstarv, sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu 

Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrun Setberg Lindenskov, depilsleiðara á tlf. 304599, lokal 5102, t-post gudli@ls.fo, ella Elinborg Mortensen, depilsleiðara á tlf. 304599 lokal 5100, t-post elimo@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 6. september 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós