Ls Bygningr

Logopedur til Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum logopedi ella taluráðgeva at byrja 01.09.2026 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 01.09.2026 til 31.12.2026 á starvsbrøk 0,875.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Nýsetti logopedurin verður partur av einum toymi saman við verðandi audiologopedum í Sjúkrahúsverkinum.

Sum logopedur verður tín høvuðsuppgáva at kanna sjúklingar og skipa endurvenjing hjá sjúklingum, ið hava fingið málsligar og/ella talutrupulleikar. Harumframt verður tú við til at veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk, avvarðandi og sjúklingar við samskiftistrupulleikum.

Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús.

Í Sjúkrahúsverkinum eru endurvenjingartoymir við ymiskum sergreinum, og er logopedurin ein týðandi partur av toyminum, tá ið tað ræður um endurvenjing av sjúklingum, ið hava fingið samskiftistrupulleikar m.a. eftir apopleksi.

Tú kanst rokna við, at arbeiðið í stóran mun verður skipað sum ambulantar viðtalur við fylgjandi sjúklingabólkar: dysartri, afasi, parkinson og raddarsjúklingar.

Ynskiligir førleikar til umsøkjarar

  • Útbúgving sum logopedur, audiologopedur ella lærari/námsfrøðingur við eftirútbúgving innan økið
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðar telduførleikar


Vit bjóða

Vit bjóða eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 28.08.2026.

Vinarliga søk starvið her.

 Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.  

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós