Læknaskrivarar til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum
Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivarum til læknaskrivaratoymið at byrja skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Talan er um trý størv á fulla tíð.
Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast umleið 1.100 fólk, harav umleið 55 hoyra til Diagnostiska depilin. Diagnostiski depilin fevnir um Røntgendeildina og Rannsóknarstovuna, og deildirnar eru mannaðar við funktiónsleiðarum, toymisleiðarum, læknum, radiografum, bioanalytikarum og einum felags læknaskrivaratoymi.
Depilin ger ymiskar kanningar eftir ávísing frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Samstarvað verður við onnur sjúkrahús bæði í Føroyum og uttanlands, og summar royndir og myndir verða sendar uttanlands til greiningar.
Læknaskrivaratoymið røkir uppgávurnar hjá Diagnostiska Deplinum, sum eisini umfatar samskipan av screening og útgreining av krabbameini í Sjúkrahúsverkinum.
Arbeiðsuppgávur
- At bóka tíðir og innkalla sjúklingar til kanningar og screening
- Móttøka og skrásetan av sjúklingum
- Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við sjúklingar, læknar og sjúkrahús innan- og uttanlands
- Skriva røntgenfrágreiðingar og avgreiða patologisvar
- Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi
Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða í einum læknaskrivaratoymi, sum fevnir um ymisk fakøki. Tú ynskir at geva títt íkast bæði fakliga og sosialt fyri góðum trivnaði á deildunum.
Førleikakrøv
- Tú ert útbúgvin læknaskrivari
- Tú ert fyrikomandi, erlig/ur, positiv/ur og hevur góðar KT- og málførleikar
- Tú evnar at varðveita rógv og yvirblikk, tá ið nógv er at gera
- Tú ert fakliga dugnalig/ur, støðug/ur, ágrýtin og trívist við nýggjum avbjóðingum
- Tú tryggjar góðar sjúklingagongdir við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
- Tú vísir positivan vilja til tvørfakligt samstarv og broytingar í mannagongdum
- Tú hevur hug at miðla vitan á deildini og til aðrar starvsfelagar
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
- Gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patologar, radiografar, bioanalytikarar og onnur
- Virknan gerandisdag har arbeitt verður í SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini
- Felagsinnleiðslu á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fæst við at seta seg í samband við:
- Lisu Frederiksberg, Funktiónsleiðara, teldupost: Lisa.Frederiksberg@ls.fo, tel +298 234505, ella
- Biritu K. Samuelsen, Funktiónsleiðara, teldupost: birje@ls.fo tlf. 304500, lokal 5601.
Umsóknarfreistin er 17. august 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.