22 Røntgen 10

Radiografur til Diagnostiska depilin á Landssjúkrahúsinum

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir radiografi til Røntgendeildina at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi um kvøldið/nátt og í vikuskiftinum.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast umleið 1100 starvsfólk, harav 25 eru staðsett á Røntgendeildini - funktiónsleiðari, toymisleiðari, radiografar, sjúkrarøktarfrøðingur, læknaskrivarar/skrivarar og røntgenlæknar. Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Røntgendeildin ger hesar kanningar:

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/screening

Um teg

Tú brennir fyri fakinum og ynskir at starvast á eini spennandi deild í tøttum samstarvi við fakliga dugnaligum starvsfeløgum, og kanst geva títt íkast til deildina bæði fakliga og sosialt.

Vit vænta, at tú:

  • Ert radiografur við danskari autorisatión
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Tað kann verða ein fyrimunur, men er ikki ein treyt, um tú hevur royndir innan MR. 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Lisu Frederiksberg, funktiónsleiðara, tel +298 234505.

Umsóknarfreistin er tann 17. august 2026.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós