Ambulansuviðgeri til Sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkraflutningstænastan søkir eftir einum útbúnum ambulansuviðgera at byrja 1. desember 2026. Talan er um fast starv. Vit ynskja fyrst og fremst starvsfólk við útbúgving ella við nýggjastu royndum innan ambulansu- og/ella prehospitalt arbeiði.
Um Sjúkraflutningstænastuna
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við ymiskum uppgávum. Høvuðsuppgávan er at veita bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Sjúkraflutningstænastan hevur eisini ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Hetta setir stór krøv til starvsfólkini, sum mangan arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Tað starvast 9 starvsfólk í Sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.
Vit vænta, at tú:
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, avvarðandi, starvsfeløgum og leiðslu
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og lýkur tey krøv, ið verða sett í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
- hevur góðar sosialar/menniskjaligar eginleikar
- megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
- hevur góð evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt.
Førleikakrøv:
- ambulansuviðgeri (danska autorisatión)
- nýggjastu royndir innan ambulansu- og/ella prehospitalt arbeiði
- reina revsiváttan
- góða heilsu og fysik
- dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
- telduførleika á brúkarastøði.
Vit kunnu bjóða:
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
- eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
- góðar og dugnaligar starvsfelagar við nógvum royndum
- eitt gott tvørfakligt samstarv.
Um tú er nýggjur í starvinum, skal tú til eina fysiska roynd, sum saman við umsókn og samrøðu, er partur av setanartilgongdini.
Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt frá Ambulance Syd).
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 40 í 2026.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Meria fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Joensen, deildarleiðara, á telefon 232350 ella við telduposti allan@ks.fo
Umsókn saman við prógv, autorisation, lívsrrensl og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 20. september 2026
Á heimasíðu okkara Sjúkrahúsverkið kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.