Læknaskrivari ella skrivari til Psykiatriska depilin
Gerst partur av okkara toymi
Ert tú læknaskrivari, ella hevur tú royndir innan skrivstovu- og fyrisitingararbeiði, og tørvar tær nýggjar avbjóðingar og luftskifti? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av okkara toymi.
Okkara lítla, men dugnaliga og framfýsna skrivaratoymi á Psykiatriska deplinum søkir ein nýggjan toymislim til eitt tíðaravmarkað starv í 12 mánaðir. Starvið er við setan skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú hug at arbeiða fulla tíð, so ber tað væl til. Hevur tú hug at arbeiða niðursetta arbeiðstíð, finna vit eisini út av tí. Vit leggja dent á at finna eina loysn, sum hóskar bæði starvsfólkinum og arbeiðsplássinum.
Um starvið
Uppgávurnar hjá skrivaratoyminum eru sera fjølbroyttar, og vit leggja dent á, at alt okkara arbeiði verður væl úr hondum greitt. Tí er umráðandi, at tú arbeiðir skipað, tekur ábyrgd og hevur góðan fakligan førleika.
Um teg
Tú hevur útbúgving sum læknaskrivari ella innan skrivstovu- og fyrisiting. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við skrivstovu- og fyrisitingararbeiði, men vit leggja eisini stóran dent á tínar persónligu førleikar og tín hugburð. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni og trívist í samstarvi við ymiskar fakbólkar. Eisini megnar tú at laga teg til fjølbroyttar og skiftandi arbeiðsuppgávur, arbeiðir skipað og tekur ábyrgd fyri tínum arbeiði.
Vit bjóða
Við bjóða tær eitt arbeiðspláss, har tú hevur góðar møguleikar at ávirka arbeiðsgongdir og uppgávuloysnir. Hjá okkum leggja vit dent á virðing, gott samstarv og ymiskleikan okkara millum.
Harumframt eru møguleikar fyri fakligari menning, og vit leggja stóran dent á trivnað og góðan arbeiðsfelagsskap.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er tíðaravmarkað og verður sett fyri eitt tíðarskeið á 12 mánaðir.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Meira at vita?
Tú ert altíð vælkomin at venda tær til okkara fyri at frætta nærri um starvið, arbeiðsuppgávurnar ella arbeiðsplássið. Leiðandi læknaskrivari, Maria í Túni, svarar tær fegin á telefon 30 45 00, lokal 4110, ella á telduposti mari@ls.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 22.09.2026.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.