Ls Bygningr

Hjálparfólk til granskingarverkætlan um tarmbrunasjúkur

Kundi tú hugsað tær at starvast í einum fakligum spennandi umhvørvi, har gransking og kliniskar royndir ganga hond í hond? So er tað kanska tær, vit sóknast eftir.

Vit leita eftir einum granskingarhjálparfólki til MiGut-verkætlanina, ið snýr seg um tarmbrunasjúkur (IBD) í Føroyum. Okkara gransking týðir á, at Føroyar hava høgan títtleika av IBD, men orsøkirnar til hendan høga títtleika eru framvegis ókendar. Við MiGut-verkætlanini ynskja vit at varpa ljós á orsøkirnar og á longri sikt skapa grundarlag fyri fyribyrging.

MiGut verkætlanin er staðsett á Heilsugranskingareindini og er eitt samstarv millum fleiri granskingarstovnar. Johan Burisch, serlækni í tarmsjúkum, Gastroenheden, Hvidovre Hospital og gestagranskari á Heilsugranskingareindi stendur fyri hesum parti av MiGut verkætlanini. Aðrir luttakarar eru m.a. Katrin Olsen, serlækni, sum er kliniskur ábyrgdari, og Durita Dahl Djurhuus, cand.scient, sum er verkætlanarsamskipari fyri MiGut.

Talan er um eitt 1 ára tíðaravmarkað fulltíðarstarv.  Starvið verður sett frá 01.10.2026 ella eftir nærri avtalu

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Sum granskingarhjálparfólk kemur tú at hjálpa til við praktiskum uppgávum í tí dagliga arbeiðinum  í tøttum samstarvi við verkætlanarsamskiparan og toymið annars. Tínar uppgávur verða m.a. at

  • Standa fyri samskifti og rekruttering av luttakarum til verkætlanina
  • Standa fyri dátainnsavnan, avheintan av skarnroyndum og skjalføra og inntøppa dátur
  • Taka blóðroyndir og víðari handfaring av blóð- og skarnroyndum

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum bioanalytikari, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving innan heilsuøkið
  • hevur koyrikort (verkætlanin umfatar arbeiði kring alt landið)
  • dugir væl at samskifta, arbeiðir skipað og nágreiniliga við dygd í hásæti
  • trívist við broytiligum arbeiðsviðurskiftum og skiftandi uppgávum
  • hevur KT-førleika á brúkarastøði
  • fyrimunur er, um tú hevur royndir við at taka blóðroyndir og við gransking

Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag

Les meira um MiGut-verkætlanina her: www.migut-health.eu

Umsóknarfreist er 25.09.2026.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Duritu Dahl Djurhuus, verkætlanarsamskipara, á tlf. 211599 ella t-post durdj@ls.fo.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós