Ls (2)

Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurð-seingjadeildina G4/H2 á Landssjúkrahúsinum

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til seingjadeildina G4/H2.

Talan er um føst størv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum at byrja 01.11.2026.

Deildin er ein kirurgisk seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynækologi, ONH og eygnasjúkur. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 34 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar deildin virksemið Dagskurð.

Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.

Førleikar

  • Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Tú hevur dirvi, góð samstarvsevni og ert fleksibul
  • Tú hevur fakligan áhuga innan øki
  • Tú hevur eitt opið og jaligt sinni
  • Tú hevur góðan telduførleika.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir innan øki.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Upplæring á deildini
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu Matras Thorkildshøj deildarleiðara, tlf. 304599 - lokal 5064 t-post: marmt@ls.fo ella til Guðruna Setberg Lindenskov, depilsleiðara, tlf. 304599 - lokal 5102 t-post: gudli@fo

Umsóknarfreistin er tann 15.10.2026.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós