Ergoterapeutur og fysioterapeutur til tíðaravmarkaði størv
Søkt verður eftir einum ergoterapeuti og einum fysioterapeuti til tíðaravmarkaði størv í Ergo- og fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan skjótast møguligt til og við 31. desember 2026. Størvini eru fulla tíð, t.e. 40 tímar um vikuna.
Um okkum
Vit eru eitt vælvirkandi nýmótans sjúkrahús og taka imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 130 fólk í ymiskum fakbólkum.
Í Ergo- og Fysioterapiini starvast starvast 4 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 heilsurøktari.
Deildin er ein nútímans ergo- og fysioterapi, har bæði innlagdir og ambulantir sjúklingar fáa viðgerð eftir tilvísing frá lækna. Eisini bjóðar deildin Parkinson-endurvenjing tvær ferðir um árið, eftir ávísing frá serlæknum í neurologi.
Um størvini
Vit veita viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum, og ambulanta viðgerð eftir ávísing frá kommunulækna. Sjúklingarnir umfata bæði børn og vaksin.
Vit ynskja at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• ert sjálvstøðug/ur, positiv/ur, engasjerað/ur og motiverað/ur
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
• dugir væl at samskifta við aðrar fakbólkar, sjúklingar og avvarðandi
• kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hevur telduførleika á brúkarastøði– vit nýta Cosmic.
• hevur prógv og góðkenning sum fysioterapeutur ella ergoterapeutur
Vit bjóða
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• ávirkan á egnan arbeiðsdag
• skipaða innleiðslu.
Løn- og setanartreytir
Størvini verða sett sbrt. sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Gurið Augustinussen, leiðandi fysioterapeutur á tlf. 343300 ella teldupost gurau@ssh.fo. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á starv@ssh.fo í seinasta lagi tórsdagin 8. oktober 2026
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.