Ls Bygningr

Skrivstovufólk og sjúkrarøktarfrøðingur til Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum

Hevur tú hug at arbeiða við samskipan og fyrisiting, sum hevur beinleiðis týdning fyri sjúklingar og avvarðandi? Ert tú tænastusinnað/ur, og megnar tú at varðveita yvirlitið í einum krevjandi gerandisdegi? So er hetta kanska nakað fyri teg.

Uttanlandstænastan søkir eftir einum skrivstovufólki og einum sjúkrarøktarfrøðingi til starv sum sjúklingasamskipari. Bæði størvini eru til setan 1. november 2026 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin í báðum størvunum er í dagtímunum gerandisdagar millum kl. 8.00 og 16.00.

Um Uttanlandstænastuna

Uttanlandstænastan er eitt týdningarmikið bindilið millum sjúklingin, avvarðandi, klinisku deplarnar og samstarvsfelagar uttanlands. Uppgávurnar verða loystar í tøttum samstarvi við sjúkrahús, sjúklingavegleiðarar, sjúklingasamskiparar, sjúklingahotell og ferðaveitarar.

Fyri sjúklingar og avvarðandi kann tað vera krevjandi at fara av landinum í sjúkraørindum. Tí hava greið samskifti, neyvt fyrisitingarligt arbeiði og góð samskipan stóran týdning. Okkara arbeiði skal vera við til at skapa tryggleika og yvirlit í einari støðu, har nógv kann vera ókent.

Okkara kjarnuuppgáva er at samskipa fyrisitingarligu og praktisku viðurskiftini, tá sjúklingar verða ávístir til kanningar og viðgerð uttanlands. Vit arbeiða fyri, at sjúklingagongdin er vælskipað og samanhangandi, og at sjúklingar og avvarðandi fáa greiða kunning og vegleiðing á leiðini.

Arbeiðið fevnir um innkalling, ferðing, uppihald og samskipan í sambandi við heimferð. Harumframt umsitur deildin fíggjarlig viðurskifti, kautiónir og avrokningar í sambandi við uttanlandsviðgerð. Vit vegleiða sjúklingar og avvarðandi um rættindi og praktisk viðurskifti og taka støðu til spurningar um fylgjara sambært galdandi reglum.

Á deildini arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk í fyrisitingarligum størvum. Starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava arbeiðsstað á Uttanlandstænastuni, eru eisini ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum. Saman arbeiða vit við at menna arbeiðsgongdir og skapa góðan samanhang í tænastuni til sjúklingar og avvarðandi.

Høvuðsuppgávur á deildini

Uppgávurnar verða býttar við støði í útbúgving, fakligum førleikum og ábyrgdarøki hjá hvørjum starvsfólki. Bæði fakøkini geva sítt íkast til arbeiði, samskifti og menning av arbeiðsgongdum. Samstarvið byggir á virðing fyri fakligari vitan, metingum og ábyrgd hjá hvørjum øðrum.

Høvuðsuppgávurnar á deildini eru at:

  • Fyriskipa og samskipa sjúklingagongdir í sambandi við kanningar og viðgerð uttanlands, herundir innkalling, ferðing, uppihald og heimferð.
  • Avgreiða í móttøkuni og samskifta við, vegleiða og stuðla sjúklingum og avvarðandi.
  • Ráðgeva um rættindi og praktisk viðurskifti sambært galdandi reglum, herundir viðgera spurningar um fylgjara.
  • Samstarva við kliniskar deildir, viðgerðarstøð, sjúklingavegleiðarar, sjúklingasamskiparar, sjúklingahotell og ferðaveitarar í Føroyum og uttanlands.
  • Umsita kautiónir og umbønir og søkja um fyrisitingarligt CPR-nummar til sjúklingar.
  • Avgreiða ferðaskjøl og ferðaendurgjald.
  • Røkja bókhaldsuppgávur, herundir eftirkanna og avgreiða avrokningar fyri viðgerð uttanlands og tryggja, at tær samsvara við ávístu viðgerðina.
  • Eftirkanna, at klinisku sjúklingagongdirnar samsvara við galdandi avtalur og lógarverk.
  • Ráðgeva um og avgreiða avrokningar fyri útlendingar í viðgerð á Landssjúkrahúsinum.
  • Loysa uppgávur í sambandi við andlát, herundir gera avtalur um fráferðir í kapellinum.
  • Gera hagtøl um uttanlandsviðgerð.
  • Eftirmeta og menna sjúklingagongdir og innanhýsis arbeiðsgongdir.
  • Røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur á deildini.

Útbúgving og fakligar royndir

Til skrivstovustarvið søkja vit eftir tær, sum hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú dugir at brúka tína fakligu vitan í fyrisiting, málsavgreiðslu og tilrættisleggjan. Royndir við fyrisitingarligum arbeiði í heilsuverkinum og kunnleiki til Cosmic og Búskaparskipan Landsins eru ein fyrimunur.

Til starvið sum sjúklingasamskipari søkja vit eftir tær, sum hevur góðkenda útbúgving og royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tú hevur áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og samskipan og dugir at brúka tína fakligu vitan í metingum, vegleiðing og stuðli til sjúklingar og avvarðandi.

Felags fyri bæði størvini

Vit hava tørv á starvsfeløgum, sum varðveita ró og yvirlit og samskifta greitt og virðiliga, eisini tá nógv er at gera. Tú skalt kunna taka ábyrgd, siga frá, tá uppgávurnar krevja hjálp ella felags raðfesting, og vera við til at skapa góðar arbeiðsgongdir saman við leiðslu og starvsfeløgum.

Vit leggja dent á, at tú

  • Dugir at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis, eisini tá fortreytirnar broytast.
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur virknan lut í samstarvinum.
  • Megnar at handfara fleiri uppgávur í senn og arbeiða skjótt og nágreiniliga, tá á stendur.
  • Ert opin, ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur.
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og virðir fakligu vitanina hjá øðrum.
  • Hevur góðan telduførleika og dirvi at læra nýggjar skipanir.

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring á deildini.
  • Eitt fjølbroytt og týdningarmikið starv, har tín útbúgving, vitan og royndir hava stóran týdning fyri bæði sjúklingavenda og fyrisitingarliga arbeiðið.
  • Møguleika at menna tínar fakligu førleikar og vera við til at menna arbeiðsgongdir og sjúklingagongdir.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Selmu Herup, HR deildarstjóra, á tlf. +298 286869 ella við telduposti til selma@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 14. oktober 2026.

Viðmerk í umsóknini, hvat starv tú søkir.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós