Salatbarr1

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki at arbeiða kvøld- og vikuskiftisvaktir

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum tímaløntum starvsfólki til setan skjótast gjørligt.

Arbeiðstíð:
Arbeiðstíðir fyri kvøld- og vikuskiftisvaktir eru hesar:
Gerandisdagar, kvøld kl.        16.00 til 21.00
Leygardagar kl.                       9.00 til 15.00 ella 15.00 til 20.30
Sunnudagar kl.                       14.00 til 21.00

Arbeiðsætlanin er skipað  soleiðis, at tú aðru hvørja viku hevur eina vakt. Í hinum báðum vikunum hevur tú vikuskiftisvaktir, so tá arbeiðir tú 2 ella 4 vaktir.

Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.

Persónligir eginleikar:

  • tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • tú ert fyrikomandi og røkin
  • tú hevur teldukunnleika
  • tolir broytingar í starvinum

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Vit bjóða:

  • felags innleiðsla fyri starvsfólkum
  • upplæring á staðnum

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av høvuðskøkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
May Dahl Wildstrup, dagligur leiðari í kafeini, telefon 304764 teldupost maywi@ls.fo ella Gudnu á Rógvi Joensen leiðara í høvuðskøkinum tel. 234520 teldupost gudna@ls.fo

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 16. oktober 2026.

Vinaliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós