20.Tekniskdeild 9

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir nýggjum starvsfelaga til maskindeildina

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir nýggjum starvsfelaga til maskindeildina

Vilt tú vera við til at halda sjúkrahúsið koyrandi, so er eitt starv leyst at søkja frá 01.01.27 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú gott handalag og tekniskt hegni? Dugir tú at loysa ymiskar tekniskar avbjóðingar, og trívist tú í einum fjølbroyttum gerandisdegi? So er hetta møguliga starvið fyri teg.

Um starvið

Talan er um eitt spennandi fulltíðarstarv, har tú kemur út í allar krókar á sjúkrahúsinum. Tú kemur at fáa ein gerandisdag saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, har fleiri hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mong ár. Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, og tú kemur at loysa tær í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar. Harumframt verður tú partur av vaktarskipanini.

Arbeiðsøkið hjá deildini er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahald av bygningum, bygningslutum og tekniskari útgerð. Harumframt tekur deildin sær av at:

·        góðskutryggja maskinur og útgerð, og hava eftirlit við veitingaravtalum

·        viðlíkahalda og umvæla maskinur, el og útgerð av ymiskum slag

·        umsita og viðlíkahalda hitamiðstøðina, ventilatiónsskipan og luft-gassskipan

·        samskipa verkætlanir í sambandi við umvæling og nýgerð

·        hava tilkallivakt

·        gera fyrifallandi arbeiði.

Um teg

·        ábyrgdarfull/-ur og góðskutilvitað/-ur

·        samstarvssinnað/-ur

·        ert fíggjarliga umhugsin

·        dugir væl at skipa títt arbeiði og tína tíð

·        trívist við at arbeiða undir trýsti

·        hevur hug at eftirútbúgva teg

·        ert sinnað/-ur at vera partur av tilkallivaktarskipanini.

Førleikar

·        maskinmeistari

·        góðar tekniskar førleikar

·        góðar praktiskar royndir

·        góðar royndir við samskipan av verkætlanum

·        koyrikort

·        tað er ein fyrimunur, um tú ert góðkendur el-innleggjari.

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar CTS Stýrisskipanina Trend.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið, lønarflokk 12.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Meinertsson, leiðara, á telefon 235457.

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 22. oktober 2026.

Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós