Miljøterapeutur til Barna og ungdóms psykiatriina
Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum eldhugaðum starvsfólki til dageindina í Barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á brøk 0,7 til setan frá 1. desembur 2026 til og við 31. juli 2027, ella eftir nærri avtalu.
Um Barna og ungdómspsykiatriina á Psykiatriska deplinum
Barna- og ungdómspsykiatriin arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógvi og psykiatriskum avbjóðingum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.
- Virksemið er skipað í fýra eindir:
- Barnatoymi: børn til og við 11 ár
- Ungatoymi: ung frá 12 til 17 ár
- Viðgerðartoymi: fylgir børnum og ungum í heiligvágsviðgerð fyri ADHD.
- Dageind: miljøterapeutiskt tilboð til børn, ung og familjur
Vit eru 25 starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum, sum hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum.
Foreldur og onnur avvarðandi eru ein virkin partur av viðgerðini. Tí er ráðgeving, miðling av fakligari vitan og samskipan av samstarvinum kring barnið ella tann unga ein týðandi partur av starvinum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at útgreining og viðgerð verður veitt við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Um starvið á dageindini
Sum miljøterapeutur á dageindini verður tú partur av einum tvørfakligum toymi og hevur ein virknan leiklut í útgreining og viðgerð. Tú verður kontaktpersónur hjá børnum og ungum, sum eru innløgd á dageindini, og hjá familjum teirra.
Ein innlegging á dageindini kann fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining og viðgerð. Málbólkurin fevnir millum annað um børn og ung við etingarólagi, depressión og øktum sjálvmorðsváða, psykosutrupulleikum og funktionellum líðingum, umframt børn og ung, sum hava tørv á víðkaðari útgreining og eygleiðing.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um miljøterapeutiskar eygleiðingar og viðgerð, útgreiningaruppgávur, uppfylging og samskipan av sjúklingagongdum. Tú luttekur eisini í netverksarbeiði og hevur tætt samstarv við foreldur, avvarðandi og viðkomandi samstarvspartar.
Ein týðandi partur av arbeiðinum er at skapa struktur, tryggleika og ein meiningsfullan gerandisdag fyri børnini og tey ungu. Tí fevnir starvið eisini um praktiskar og samskipandi uppgávur, eitt nú vikuætlanir, aktivitetir og innkeyp.
Foreldur og onnur avvarðandi eru ein virkin partur av viðgerðini. Tí er ráðgeving, miðling av fakligari vitan og samskipan av samstarvinum kring barnið ella tann unga ein týðandi partur av starvinum.
Vit vænta, at tú:
- hevur viðkomandi miðallanga útbúgving innan heilsu ella námsfrøði, t.d. sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, ergoterapeutur ella líknandi
- hevur áhuga fyri psykiatri og arbeiði við børnum, ungum og familjum
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis trívist í einum tvørfakligum samstarvi
- dugir at skapa struktur, tryggleika og góðar relatiónir
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børnum og ungum - hetta er ein fyrimunur, men ikki ein treyt
Harumframt ynskja vit umsøkjara:
- Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
- Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Við smidleika og arbeiðssemi
- Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
- Sum er ábyrgdarfullur, og tekur ábyrgd av egnum trivnaði og læring
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv, har tú gert ein týðandi mun fyri børn, ung og teirra familjur
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
- Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligar konferansur
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Kristinu N. Niclasen, funktiónsleiðara á Børn og Ung Psykiatri, á annnl@ls.fo ella hjá Eydnu Iversen Lindenskov, depilsleiðara á Psykiatriska deplinum, á eydna.lindenskov@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknarfreistin er 03.11.2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.